Fýra nýggj andlit aftrat

Tá tingfundurin varð settur seinnapartin í dag, læs løgtingsformaðurin upp umbønir frá fimm nýggjum landsstýrisfólkum um farloyvi, meðan tey sita í landsstýrinum.

Tey fimm eru Annika Olsen, almannamál, Jørgen Niclasen, fíggjarmál, Jákup Mikkelsen, fiskivinnumál, Bjørn Kalsø, mentamál og Kári P. Højgaard, innlendismál.

Harumframt hevði næsti eykamaður á listanum hjá Fólkaflokkinum, Joen Magnus Rasmussen, somuleiðis biðið um farloyvi, tí hann er burturstaddur, og boðar frá, tá hann fær høvi at taka sæti á Tingi.

Næstir á listanum hjá Fólkaflokkinum eru Rodmurnur Nielsen og Brandur Sandoy, umframt Boga Andreasen, ið tekur sæti fyri Joen Magnus Rasmussen.

Jóna Mortensen tók longu sæti á Tingi fyri Rósu Samuelsen leygardagin.

Fjórði maður at taka sæti á Tingi í dag, var Jógvan Skorheim, sum kemur á Ting fyri Kára P. Højgaard, sum er tilnevndur landsstýrismaður í Innlendismálum.Jógvan Skorheim sæst millum Brand Sandoy og Rodmund Nielsen.