Fýra nýggj í nevndina

Havnar Svimjifelag hevði aðalfund mánakvøldið, og millum annað var nevndarval á skránni

Tíðindaskriv frá Havnar Svimjifelag

Havnar Svimjifelag hevði í gjárkvøldið árliga aðalfund sín. Umframt at viðgera farna árið, og ætlanir felagsins framyvir, var eisini nevndarval á skránni.
Avgjørt var at víðka nevndina úr 5 upp í 7 nevndarlimir.
Tveir nevndarlimir, Unna Seyer Hansen og Gunnar Gunnarson, tóku ikki við afturvali, og í teirra stað komu so 4 í nevndarhøpi nýggj andlit.
Hesi eru Berit Gunnarson, Svend Åge Seloy, Katrin Norðfoss og Guri Tórsdóttir Hansen.
Aftaná aðalfundin hevði nývalda nevndin fund, og sær HS nevndin nú soleiðis út: Hans Andrias Djurhuus, formaður, Svend Åge Seloy, næstformaður, Guri Tórsdóttir Hansen, skrivari, Berit Gunnarson, kassameistari, Elsa Klein Olsen, Katrin Norðfoss og Jógvan Olsen. Eykalimur er Evald Rasmussen.