Fyrra semingsroyndin endaði við verkfalli, men tá kallað varð inn aðru ferð, bar betur til.
Semingsmenninir Alfred Petersen og Jógvan Amonsson kallaðu í gjár AFF og Finansforbundet til eina nýggja semingsroynd. Og í lýsingini í morgun komu partarnir ásamt um eina loysn, har útreiðslukarmurin er uppá 11,94 prosent yvir eitt fýra ára tíðarskeið.
Samstundis eru ávísar dagføringar gjørdar í sáttmálanum, eins og harmoniseringar eru framdar í mun til hinar sáttmálarnar hjá AFF.
Ein týðandi broyting er eisini, at fingin er ein avmarkað trygd fyri lønarvirðinum í fjórða sáttmálaárinum.
Møguleiki er her at gera ávísar reguleringar, alt eftir menningini í búskapinum í samfelagnum.
Arbeiðssteðgurin í Føroya Banka og Trygd og skerda virksemið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, Føroya Lívstrygging, Eik Banka, Norðoya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa og Kaupthing Bank er av við hesi semjuni.
Deildirnar hjá Føroya Banka og Trygd lótu upp aftur fyri vanligari avgreiðslu klokkan 13, meðan hinar fyritøkurnar lótu upp til vanliga tíð í morgun.
Kenneth:- Fólk eru nøgd
- Vit kundu sjálvandi ynskt okkum ein betri sáttmála. Men tá ein skal finna fram til eina semju, má ein býta okkurt í seg, sigur Kenneth Samuelsen, formaður í starvsfólkafelagnum hjá Føroya Banka.
Fyrrapartin vórðu starvsfólkini kallað inn til kunnandi fund í Meinigheitshúsinum, har greitt varð frá nýggju semjuni.
Her var fullsett av fólki, og sum skilst ein positivur andi, nú tey sleppa aftur til arbeiðis fyri eina betri løn.
- Eg haldi, at fólk vóru væl nøgd við semjuna, serliga tí at vit fingu eina reallønartrygging uppá 0,75 prosent tað seinasta árið.
- Hóast vit ikki kenna framtíðina, so er ikki ósannlíkt at hetta verður úrslitið, sigur Kenneth við Sosialin.
Lønin er sjálvandi tann stóri spurningurin í einum og hvørjum sáttmála, men í hesum sáttmálanum eru eisini onnur viðurskifti staðfest og fingin upp á pláss, millum annað tað, ið snýr seg um flex-tíðina.
Eitt annað mál, sum somuleiðis er loyst, er spurningurin um samsýning fyri luttøku á fundum. Nú er greitt orðað, hvat ein kann í hesum føri.
- Hetta var eisini nakað sum fólki fegnaðist um, sigur hann.
Janus:- Nú mugu vit víðari
Forstjórin í Føroya Banka, Janus Petersen er somuleiðis fegin um semjuna við starvsfólkini.
- Tað var gott at semjan kom í lag, soleiðis at bankin kann koyra víðari, sigur hann.
Við semjuni fáa starvsfólkini í hansara banka eina lønarhækking uppá 11,94 prosent, sum er á nøkulunda sama støði sum onnur fakfeløg, millum annað Starvsmannafelagið hava fingið í sínum sáttmálum.
- Hetta er avgjørt ein sáttmáli, sum vit kundu taka undir við. Eg haldi tað vera serliga positivt, at hann er galdandi í fýra ár, sigur Janus Petersen við Sosialin.
Hann var við á fundinum í Meinigheitshúsinum í morgun, og hittu vit ein vælnøgdan forstjóra beint eftir fundin
Nú verður arbeiðsfriður í so máta, men hetta fer kortini ikki at føra við sær, at forstjórin og starvsfólkini annars fara at sita hendur í favn: Rættiliga stórar avbjóðingar liggja fyri framman.
Í fyrsta lagi skal arbeiðið at einskilja bankan halda fram, og í øðrum lagi verður arbeitt við at fáa bankan skrásettan á virðisbrævamarknaðinum.
Hetta seinasta skal eftir ætlan fara fram í komandi mánaði.
- Vit mugu nú til verka aftur, fyri at menna bankan til avbjóðingarnar í framtíðini, sigur forstjórin.