Hósdagin fara fýra føroyskir svimjarar til Nærum á Sælandi, har tey skulu taka lut í NJM-kappingini. Tey fýra, sum landsliðsvenjarin, Petur Heðin á Fløtti hevur tikið út, eru Per S. Hansen og Beinir Danielsen úr Flot, og Jutta Thomsen og Anna K. Eysturberg úr TS
Sagt verður, at NJM er ein sera sterk kapping, so føroysku svimjararnir sleppa veruliga at royna seg. Luttakararnir í kappingini eru úr Danmark, Íslandi, Svøríki, Finnlandi, Estlandi, Noreg og so Føroyum.
Føroysku svimjararnir koma aftur mánadagin.