Tað verður ikki eiti á mótstøðu, tá ið U17 landsliðið síðst í mánaðinum fer at taka lut í EM undankappingarbólki í Týsklandi. Umframt týsku vertunum skulu Føroyar spæla ímóti Rumenia og Svøríki.
Pætur Clementsen, venjari, og Finn Johannesen, hjálparvenjari, hava sent boð eftir spælarunum, sum skulu við. Teir skulu møta til venjingarlegu á Svangaskarði 14. og 15. oktober, og 19. og 20. oktober skulu teir á venjingarlegu í Gundadali.
Millum teir, sum hava fingið boð, eru fýra spælarar, sum spæla í donskum feløgum.
25. oktober skulu Føroyar spæla ímóti Týsklandi, 27. oktober ímóti Rumenia og 30. oktober ímóti Svøríki.
Teir, sum hava fingið boð, eru Teitur Gestson, Dánjal Pauli Lervig og Sørmund Kalsø, KÍ, Hanus Mortensen, Heini Vatnsdal, Gilli Sørensen, Hugin Albinus og Mikal Jespersen, VB/TB, Hallur Hansson, Kristin R. Mouritsen og Rógvi Sørensen, HB, Róaldur Jacobsen, B36, Monrad H. Jacobsen, NSÍ, Bjarti Hansen, FSV04, Viljormur Davidsen, OB, Karl Løkin, Randers FC, Jógvan Rói Davidsen, AaB og Jóan Símun Edmundsson, Esbjerg BK.