Fýra ung meistaralið í flogbólti

Leygardagin var føroyameistarakapping í flogbólti hjá teimum yngru liðunum, og fýra lið kundu fara heimaftur við gullmerkjum.

Spælt var í høvuðsstaðnum, har Gundadalshøllin, Ítróttarhøllin á Hálsi og Hoyvíkshøllin vóru karmur um eina rúgvu av dystum, og í fýra av átta aldursbólkum vóru bæði meistaraheiti og heiðursmerki avgreidd.

Í bólkinum gentum 10 ár vann Dráttur gull, TB silvur og KÍF bronsu, og í bólkinum gentur 12 ár vann Fleyr gull, Dráttur silvur og Mjølnir bronsu.

Fleyr vann eisini gull í bólkinum dreingir 10 ár, har SÍ vann silvur og Dráttur bronsu, og í bólkinum dreingir 12 ár vann B68 gull, SÍ silvur og Dráttur bronsu.

 

Fýra finalur eftir

Í hinum fýra bólkunum verða finalurnar spældar í Trongisvági um tvær vikur, so har var funnið fram til finalistarnar, samstundis sum bara bronsuvinnararnir fingu síni heiðursmerki leygardagin.

Í bólkinum gentur 14 ár skulu KÍF og TB spæla finalu, og Fleyr vinnur bronsu. Og hjá kvinnuunglingunum verður finalan millum Mjølnir og Fleyr, og SÍ fær bronsu.

TB og Fleyr spæla finaluna hjá dreingjum 14 ár, og har vinnur Mjølnir bronsuna, og hjá mansunglingunum verður finalan millum SÍ og Fleyr, og Nøvan fær bronsuna.