Fýra í uppskoti sum best í Danmark

Í næstum verður besti mannligi fótbóltsspælarin í donskum fótbólti valdur

Í Føroyum vann Jóan Símun Edmundsson í fjør heitið sum ársins landsliðsspælari í 2017. Tað var tá fyrsta ferðin at til bar at vinna tað heitið.

 

Í Danmark hevur heitið verið veruleiki í nøkur ár eftirhondini. Og í dag hevur DBU sent út skriv, har greitt verður frá, fýra leikarar eru í uppskoti til at vinna heitið sum besti mannligi fótbóltsspælari í 2017.

 

Teir fýra eru Christian Eriksen úr Tottenham, Pione Sisto úr Celta Vigo, Thomas Delaney úr Werder Bremen og Andreas Christensen úr Chelsea.

 

Vinnarin verður funnin tann 3.mars, tá DBU skipar fyri stórum fundi í Herning.