Fýramálstapið fyri Fraklandi kann kosta Noregi dýrt

Um Noreg, Frakland og Portugal øll enda á átta stigum í HM-millumbólki 3 verða innanhýsis uppgerðirnar avgerandi

Undan HM-endaspælinum í manshondbólti meldaði Noreg út, at teir fóru eftir at vinna HM-gull. Samstundis meldaði verandi heimsmeistarin, Danmark varliga út og boðaði frá, at hjá teimum var málsetningurin at vinna seg í fjórðingsfinalurnar. Tað høvdu norðmenn hug at flenna eftir, men nú eru norðmenn í tí støðu, at teirra víðari HM-luttøka er alt annað enn vís.

Áðrenn Noreg spælir móti Íslandi klokkan 17 í morgin, og Frakland spælir móti Portugal klokkan 19.30 í annaðkvøld er støðan tann, at Frakland er á odda við átta stigum, og Noreg og Portugal hava seks stig hvør.

Um Noreg vinnur á Íslandi og Portugal vinnur á Fraklandi hava øll liðini átta stig. Tá eru tað innanhýsis uppgerðirnar sum telja, og tá kann tað gerast norðmonnum dýrt, at teir í fyrsta dystinum taptu við fýra málum 24-28 fyri Fraklandi. Norðmenn vunnu bert 29-28 á Portugal, og standa tí illa í tí tá talan er um innanhýsis úrslit millum Noreg, Frakland og Portugal. 

Norðmenn mugu fyrst og fremst vinna á Íslandi og síðani vóna, at Frakland vinnur ella spælir javnt móti Portugal. Noreg kann eisini vinna seg víðari um Portugal vinnur á Frakland við sjey málum, men tað er lítið sannlíkt, at tað hendir.

HM-toppskjúttin, Sander Sagosen sum longu hevur skotið heili 42 mál sigur við norska TV2, at hann hevur sent boð til fronsku spælararnir, ið hann var liðfelagi við í Paris Saint Germain millum 2017-2020 fyri at motivera teir at stríðast fyri at vinna á Portugal.

Aftaná ein væntandi harðan dyst móti Íslandi mugu norðmenn eygleiða og bíða eftir úrslitinum av dystinum millum Frakland og Portugal, ið hevur verið tað stóra jaliga HM-yvirraskilsi higartil. Tað kann gerast ein drúgv løta hjá norðmonnum. 

Óttin hjá summum norðmonnum er, at Frakland hevur áhuga í, at Portugal vinnur seg víðari, tí Portugal hevur ongar royndir tá tað kemur til avgerandi dystir í endaspølum. Besta søguliga úrslitið hjá Portugal er eitt sætta pláss í EM-endaspælinum í fjør.