ÍF rennur undan

Hjá fuglfirðingum er eingin slingur í valsinum. Teir arbeiða seg stútt og støðugt nærri málinum, sum teir hava sett sær. Málið er, at Fuglafjørður næsta ár aftur skal eiga lið í bestu deildini. Higartil hevur ÍF spælt átta ferðir, og tað er bara í útidystinum á Argjum næstsíðsta vikuskifti, at teir ikki hava fingið fult

Varmakeldudystin vunnu teir 3-1 á grannunum úr Leirvík. Talan var um rættuliga grannauppgerð, og tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at tað gjørdist greitt, at ÍF fór at fáa øll trý stigini. Men frammanundan hevði verið rættuliga nógvur turbolensur, og adreanalinið hevði pumpað øgiligt.
Leirvíkingar, sum undan vitjanini í Fuglafirði høvdu tapt og vunnið tríggjar ferðir og eina ferð spælt javnt, komu á odda, tá ið lítið korter var farið. Veteranurin Kaj Eli Olsen skoraði.
Undan steðginum javnaði ÍF. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og veteranurin Ken Bærentsen var púra tryggur og setti fram við Allani Joensen í LÍF málinum. Gestirnir vóru alt annað enn samdir við dómaranum í brotssparksdóminum, sum teir mettu at hava verið sera tunnan. Teir hildu snøgt sagt ikki, at mótstøðumaðurin varð feldur.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki legði heimaliðið seg á odda. Hesa ferð var veteranurin Heini Heinason málskjútti, eftir at Hanus Eliasen við høvdinum hevði longt hornasparksinnlegg..
Tá ið støðan var 2-1, varð ÍF málverjin, Fróði Poulsen, rikin av vøllinum. Talan var um støðu, sum hevði verið gott dømi til umrøðu á dómaraskeiðum. Fuglfirðingar royndu at seta rangstøðufellu. Tað tóktist eydnast, men linjuverjin var ikki við upp á tað, og so vóru tríggir LÍF spælarar leysir við ÍF málverjanum. Fróði Poulsen megnaði at hálvbjargað við kroppi, ørmum og kanska eisini hondunum, bólturin støkk út til mótstøðumann, sum lyfti í tóma málið. Men dómarin hevði verið ov skjótur at bríksla. Í staðin fyri máli til LÍF bríkslaði hann fyri frísparki og vísti málverjanum reyða kortið.
Ken Bærentsen fór í málverjubúnan, og hann helt tætt. LÍF flutti nógv fólk fram á vøllin og royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið og harvið eitt stig við sær um Varmakeldueið. Og so gekk, sum tað so ofta ger í fótbólti. Annað liðið trýstir, og hitt liðið fær mál. Í skjótum álopi eydnaðist tað Fritleif í Lambanum at gerast leysur og at staðfesta týdningarmikla heimasigurin, sum ber við sær, at fuglfirðingar kunnu halda summarfrí fimm stig frammanfyri næstu kappingarneytarnar, sum eru úr Sumba.
Níggjunda umfarið verður á skránni leygardagin 2. august. Tá skulu fuglfirðingar spæla á Krossinum í Sumba. Í átjanda og síðsta umfarinum, sum sambært skipanini skal spælast 4. oktober, skal ÍF spæla á heimavølli ímóti Sumba. Sum støðutalvan sær út í løtuni, so fara fyrst og fremst hesar báðar uppgerðirnar at vera lykladystir í kappingini um at sleppa upp í bestu deildina. Men í tí kappingini er ÍF framvegis best fyri, og teir hava eitt sindur at geva av.

2. deild
ÍF-LÍF 3-1 (1-1)
0-1: Kaj Eli Olsen
1-1: Ken Bærentsen
2-1: Heini Heinason
3-1: Fritleif í Lambanum