Førleikatarnað fáa betri sømdir

Nú koma lógarbroyting og nýggjar kunngerðir um stuðul til at keypa bil sambært forsorgarlógini og til bústaðarbroytingar Nú eru neyðugu broytingarnar í forsorgarlógini gjørdar, so at greið heimild er fingin til vega fyri at kunna veita førleikatarnaðum stuðul til at keypa avlamisbil og til bústaðarbroytingar. Samstundis hevur lógarbroytingin givið høvið til at fáa nakrar betringar inn í lógina, samanborið við galdandi siðvenju.

- Av týðandi broytingum kann nevnast, at í mun til verandi siðvenju um stuðul til at keypa avlamisbil, verður lán framyvir játtað til allan keypsprísin, men tó soleiðis at reglur verða ásettar í nýggjari kunngerð um inntøkumark í sambandi við afturrindan av láninum, sigur Almanna- og heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.

Viðvíkjandi bústaðarbroytingum er í mun til verandi siðvenju nú møguligt hjá Almannastovuni at bera útreiðslurnar av at útvega persóni ein annan bústað. Treytirnar fyri tí er, at tað verður mett neyðugt orsakað av, at stuðul til innrættan av verandi bústaði ikki er nøktandi. Í hesum sambandi eru tó reglur ásettar í kunngerð, um í hvønn mun stuðul til útvegan av nýggjum bústaði og bústaðarbroytingar sum heild skulu afturrindast. Reglur um afturrindan eru einans galdandi, tá talan er um munandi virðisøking fyri viðkomandi persón.

Ein fylgja av nevndu lógarbroytingum er tvær nýggjar kunngerðir um stuðul til at keypa bil sambært forsorgarlógini og um afturgjaldsskyldu í sambandi við bústaðarbroytingar.