Dýr, men spennandi íløga. Hetta er metingin hjá Føroya banka, ið hevur sent út tíðindaskriv um sína meting av partabrøvunum í Eik Eik keypti fyrr í ár danska internetbankan Skandiabanken frá svenska
fíggjarsamtakinum Skandia fyri 5-600 mió. kr, upplýsir Føroya banki. Fyri at fíggja keypið og í sambandi við, at Eik
tann 11. juli verður skrásett á børsunum í Íslandi og Danmark, selur bankin nú millum 782 túsund og 1,016 mió partabrøv til kurs 575. Kapitalhækkingin verður sostatt millum 450 og 584 mió. kr. Eik Grunnurin veitir trygd fyri, at í minsta lagi 450 mió. kr. verða teknaðar.
Í greiningini varpar Føroya Banki ljós á virðisásetingina av Eik fyri nýggjar partaeigarar, ið mugu keypa tekningarrættir fyri 13 kr. fyri hvørt partabrævið og tekna partabrøv fyri kurs 575. Føroya banki kemur fram til, at tað er dýrt at keypa eitt partabræv í Eik, men tað er ein spennandi íløga. Við tekningarkursinum á 575 krónur og keypsprísinum á 16 krónur fyri hvønn tekningarrætt, eru partabrøvini hjá Eik ikki bílig í mun til aðrar børsskrásettar bankar við somu stødd. Vøksturin í úrslitunum hjá Eik seinastu árini hevur verið væl omanfyri tann hjá nevndu bankum, og kann ein framhaldandi vøkstur gera eina íløgu í partabrævið lønandi, sigur Føroya Banki. Betri úrslit enn væntað, áhaldandi vøkstur í ársúrslitinum næstu árini og fjald virðir kunnu verja lutfalsliga høga kursin, sigur Føroya Banki um Eik.