Føroya Bjór Simultan

Símunn Lassaberg og Eyðun Anthoniussen gjørdust bestir samanlagt, tá árliga Føroya Bjór simultan kappingin í Brigde varð leikt um vikuskiftið

BRIDGE

Síðsta leygardag var tann árliga Føroya Bjór Simultan kappingin í bridge hildin. Luttøkan var stór, tilsamans luttóku 104 spælarar. Leikt var á hesum støðum: Tórshavn, Eysturoy, Vágum, Klaksvík og Suðuroy.
Føroya Bjór Simultan var soleiðis skipað, at allir luttakarnir spældu somu spøl, har av 27 tey fyrstu spølini taldu við uppá landsbasis. Ein vinnari varð funnin fyri hvørt spælistaðið, og síðani varð ein samlaður vinnari funnin.
Tey sum vunnu á teimum ymsu spælistøðinum:

Tórshavn
Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen
Eysturoy
Símin Lassaberg - Eyðun Anthoniussen
Vágar
Josta Olsen - Verna Rasmussen
Klaksvík
Randi Jacobsen - Álvur Klakk
Suðuroy
Knútur Nygaard ? Áki Dimon

Eftir at øll úrslitini frá teimum ymsu spælistøðinum vóru latin kappingarleiðarinum hjá Føroya Bridgesamband, varð endaliga støðan funnin, og vit skulu her vísa pørini, sum vóru yvir miðal:

Nr.PørStaðStig
1 Símin Lassaberg ? Eyðun Anthoniussen Eysturoy 926
2 Bogi Simonsen ? Rói á Rógvu JoensenTórshavn865
3 Jens Jacobsen ? Karl Isaksen Klaksvík 855
4 Randi Jacobsen ? Álvur Klakk Klaksvík 829
5 Magni Jøkladal ? Robert Langgård Eysturoy 819
6 Knút Joensen ? Áki DimonSuðuroy802
7 Hans Jacob Petersen ? Arnbjørn Sivertsen Tórshavn 797
8 Hans Joensen ? Birgir Jacobsen Suðuroy 786
9 Poul J. Joensen ? Hannemann MullerSuðuroy 784
10 Jákup Hjaltalin ? Dia Poulsen Suðuroy 783
11 Óli Holm ? Páll AugustinussenSuðuroy 780
12 Jens Pauli G. Nolsøe ? Høgni HansenTórshavn 778
13 Julian Olsen ? Hanus Bærentsen Vágar 771
14 Allan Dal-Christiansen ? Jón Andreassen Tórshavn 761
15 Jóan Hendrik ? Jóhann Vágar 760
16 Marner Joensen ? Edmund JoensenEysturoy 755
17 Gunnvør ? RuborgVágar746
18 Sámal P. Johannesen ? Niclas Ludvig Suðuroy 744
19 Egil Helmsdal ? Carl MikkelsenTórshavn744
20 Hans Egil Joensen ? Dia Petersen Eysturoy 743
21 Høgni Vesturklett ? Gunnar MouritsenTórshavn729


Fyri at vinna eina kapping sum Føroya Bjór Simultan, er neyðugt at hava nógvar stórar toppar. Her er ein hjá parinum, ið gjørdist nr. 2 samanlagt.

E/E-VA95
K9543
J72
93
-KQ108763
Q1085J7
Q10764K6
Q107642J8
J42
Q102
A943
AK5

SVNE
Rói á Rógvu
JoensenBogi
Simonsen
---3hj*
pass3sppasspass
Dpasspass!!pass

* Sperr í spaðara, konventiónin eitur Verdi.

Meldingarnar eru sera áhugaverdar. Sjálvur meti eg ikki, at Eystur skal sperrimelda í fyrstu hond, einsamallur í hætti við trimum doubletons, er hondin ikki egnað til meldið. Rói meldaði pass, sjálvt um hann hevði 14 hp, eitt gott meld! Vestur meldar 3 sp, sum hann skal, og pass kemur runt aftur til Róa, ið nú velur at koma við einari seinkaðari upplýsingardupling, aftur eitt gott meld. Nú er tað so Norðan, ið hevur trupulleikan - skal hann melda 4hj ella pass? Valið fall á pass, sum vísti seg at vera frálíkt. 3sp varð settur tvær ferðir til 500 og ein reinan topp til NS.
Nógvir toppspælarar í heimselituni hava tað motto, tá ið teir spæla parakapping, um teir ikki dupla minst eina deilkontrakt, ið vinnur, hava teir ikki dupla nóg ofta!