Føroya Fólkatónleikarafelag havt aðalfund

Tíðindaskriv

Føroya Fólkatónleikarafelag hevði árligan aðalfund sunnukvøldið 18. mars. Í nevndina vórðu vald Daniel Nielsen, Andreas Restorff, Sharon Weiss, Kristian Blak og Kári Sverrisson. Sum umboð felagsins í Føroya Tónleikarafelag varð Kristian Blak valdur og Jákup Lützen varð valdur sum eykaumboð. Sharon Weiss varð vald sum LISA-umboð felagsins og Jákup Lützen varð valdur sum eykaumboð.
Á skránni vóru annars tiltøk hjá felagnum í ár. Tey eru norðurlendska ungdómsstevnan Nordic Folk Camp, sum á fyrsta sinni verður hildin í Føroyum, árliga føroyska Fólkatónleikarstevnan og reglulig tónleikakvøld í Hafnia Lounge, ið Fólkatónleikarafelagið fer at skipa fyri í samstarvi við Hotel Hafnia.
Norðurlendska ungdómsstevnan Nordic Folk Camp verður hildin við Gjógv í døgunum frá 8. – 13. juli. Luttakarar vera eini 40 børn og ung í aldrinum 10-18 ár úr Noregi, Finnlandi, Svøríki, Íslandi og Føroyum. Undirvíst verður í fólkatónleiki og fólkadansi og tey ungu spæla konsertir og til dans. Enn eru nøkur fá pláss eftir til føroyskar luttakarar og til ber at tekna seg ella at koma við fyrispurningum við at skriva ein teldupost og senda hann til sharon.weiss@skulin.fo
Árliga Fólkatónleikarstevnan, sum hevur nøkur og tjúgu ár á bakinum, verður í ár hildin í døgunum frá 18. – 23. juli. Spælt verður í Hósvík, Fugloy, Gøtu, Runavík, Mykinesi og Havn. Millum luttakararnar verða nýggi føroyski bólkurin ”Kvonn” hjá Angeliku Nielsen, fiól, bólkurin ”Kiezelmayer” við ungum føroyskum spælimonnum og -kvinnum og ein nýggjur fýra mans fólkatónleikarbólkur hjá Dánjali á Neystabø. Eins og undanfarnu árini verða luttakarar á Fólkatónleikarstevnuni eisini at hoyra á G! festivalinum, ið verður hildin um sama mundið.
Tónleikakvøldini í Hafnia Lounge byrja fyrsta sunnukvøldið í mai mánaði, tvs. 6. mai, og verða skipaðar eins og Jam Session-kvøldini hjá Havnar Jazzfelag við at ein fastur bólkur byrjar kvøldið við eini konsert, og at tað síðani stendur øðrum áhugaðum fólki frítt at spæla og syngja sjálvi. Hesin leistur verður vanliga nevndur ”folk session”, og vónandi fara fólk at taka væl undir við hesum tiltaki. Ætlanin er at byrja konsertirnar kl. 21 hvørt sunnukvøld, í fyrstu atløgu alt komandi summar.