Tiltakið, Føroya feitastu bilar 2016, hjá handilsmiðstøðini SMS fær aftur í ár góða undirtøku. Nógvir bilar eru tilnevndir, og eru myndir og upplýsingar at finna á Facebook undir “SMS á netinum”.
Freistin at senda myndir inn er fríggjadagin 13. mai, tá dómarapanelið velur bilarnar, ið koma at standa á Torginum í SMS frá týsdegnum 17. mai til fríggjadagin 20. mai. Dómararnir eru aftur í ár Sofus, Maggi og Óli.
Hóast dómararnir hava sína meining um hvat ein feitur bilur er, so verður eisini møguleiki hjá vitjandi í SMS at atkvøða um Fólksins Feitasta Bil. Eisini verða myndir av feitum bilum sýndar á stórskíggja.
Fríggjadagin 20. mai verður sum nakað nýtt boðið øllum við feitum bilum til eitt biltreff við grill á parkeringsøkinum aftan fyri SMS, har til ber hjá øllum at síggja aðrar feitar bilar. Leygardagin verður eisini skipað fyri fleiri aktvitetum sum t.d. dartkapping og poker.
Gudmund Helmsdal Nielsen, sum samskipar tiltakið, sigur, at tað er umráðandi hjá teimum, sum ætla sær at vera við í kappingini um Føroya feitasta bil at koma við myndum og upplýsingum um bilarnar áðrenn fríggjadagin 13. mai, tí tá velur dómarapanelið millum feitastu bilarnar, ið koma at standa á Torginum.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/