Føroya ferðin hjá FCK tryggjað

Todi Jónsson skrivaði enn eina ferð føroyska fótbóltssøgu, tá ið FCK vann steypafinaluna, og nú er tað greitt, at FCK fer at spæla tveir dystir í Føroyum

DANSKA STEYPAFINALAN

Todi Jónsson skrivaði eitt nýtt blað í føroyskari fótbóltssøgu hósdagin. Tá var hann tann fyrsti føroyingurin nakrantíð, sum var við til at vinna donsku steypafinaluna í fótbólti. Hetta var 50. steypafinalan í Danmark. Tann fyrsta var í 1955 ella sama árið, sum tað fyrstu ferð varð spælt í føroyskari steypakapping ? um Ísafjarðarbikarið.
FCK vann 1-0 á AaB. Talan var ongantíð um stórt fótbóltsligt upplivilsi. FCK fekk málið, tá ið fyrra umfarið var umleið ein hálvan tíma gamalt. Málskjútti var miðvallarin Morten Bisgaard. Skotinum av brotsteigar markinum og eitt sindur til vinstru bilti einki. Bólturin smeyg sær inn við handara stólpanum. Møguleikin stóðst eftir eitt sindur tilvildarligt spælt mitt fyri.
Todi Jónsson var ikki millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Í álopinum vóru Álvaro Santos og Peter Møller. Hvørgin teirra var á vøllinum, tá ið dysturin var liðugur. Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð Peter Møller rikin av vøllinum, tí dómarin metti, at hann hevði rent ælbogan upp ímóti andlitinum á einum av mótstøðumonnunum.
Longu frammanundan varð Álvaro Santos farin av vøllinum. Hann tók seg burturúr, tá ið 2. hálvleikur var tólv minuttir gamal, tí hann var skaddur. Todi Jónsson varð settur í álopið fyri Álvaro Santos.
Tá ið Peter Møller var farin av vøllinum, var Todi Jónsson einsamallur í FCK álopinum. Fyritreytirnar hjá honum vóru ikki nakað serligar. Seinna partin av 2. hálvleiki ráddi tað hjá FCK mest um at verja. AaB trýsti fyri at javna til 1-1. FCK verjan var stak væl skipað, og tað var bara í hendinga førum, at AaB spælararnir komu í støður, sum kanska kundu havt borið mál við sær.

Dýrt keyptur sigur
Danska pressan vildi hava tað til, at svenski FCK venjarin, Hans Backe, eftir dystarenda græt við øðrum eyganum og hevði hug at smílast hinumegin. Orsøkin, til at teir í FCK vóru eitt sindur ivasamir sunnukvøldið, var tann, at nú eru uppaftur fleiri av føstu monnunum skaddir og leikbannaðir, enn tað vóru frammanundan finaluni.
Sunnudagin fóru Álvaro Santos og Michael Silberbauer av vøllinum, tí teir vóru skaddir. Í FCK vóna teir, at hesir verða førir fyri at spæla við í morgin, tá ið AaB í næstsíðsta umfarinum í landskappingini enn eina ferð fer at vitja í Parkini.
Tað er undir øllum umstøðum greitt, at Peter Møller og Hjalte Bo Nørregaard ikki fara at spæla við í morgin. Reyða kortið ber við sær, at Peter Møller verður leikbannaður í báðum umførunum, sum eru eftir í landskappingini, meðan Hjalte Bo Nørregaard verður tøkur aftur í síðsta umfarinum.

Todi nærri teimum fyrstu ellivu
Todi Jónsson er ovurfegin um, at tað endiliga eydnaðist hjá honum at vera við til at vinna steypakappingina. Men hann og hinir liðfelagarnir gjørdu einki burturúr sunnudagin.
- Sjálvandi eri eg fegin um, at vit vunnu, og at eg fekk høvi at vera við. Sum eg fleiri ferðir havi sagt síðstu vikurnar, so taka vit ein dyst í senn. Vit royna at gloyma steypasigurin í nakrar dagar. Nú fokusera vit upp á landskappingardystin sunnudagin í Parkini ímóti AaB. Tað er sera týdningarmikið hjá okkum at fáa øll stigini burturúr tí royndini. Um tað fer at eydnast, so fer tað at síggja rættuliga gott út hjá okkum, og møguleikin verður stórur fyri at vinna the double, sigur Todi Jónsson.
Tá ið vit frættu í gjár var ikki greitt, um Todi fer at vera á FCK liðnum í morgin. Men tað er sumt, sum bendir á, at Todi verður millum teir fyrstu ellivu. Tað eru bara hann og Jesper Bech og kanska Álvaro Santos tøkir til álopsplássini. Tað kann væl hugsast, at Jesper Bech, sum sunnudagin var á beinkinum rættuliga leingi, verður á miðvøllinum í vinstru, tí Morten Bisgaard kanska verður fluttur inn á sentrala miðvallarplássið, sum er opið, nú Hjalte Bo Nørregaard, sum sunnudagin av ítróttartíðindamonnunum í Parkini varð kosin besti stríðsmaðurin í finaluni, er leikbannaður.

Føroya ferðin tryggjað
Nú er tað heilt greitt, at FCK fer at spæla í Føroyum fyrst í juli. Ivamálið komst av, at FCK skuldi spæla í Intertoto Cup fyrsta vikuskiftið í juli, um teir gjørdust nummar trý í landskappingini. Steypasigurin ber við sær, at FCK longu nú hevur tryggjað sær pláss í UEFA Cup kappingini. Harvið er tað heilt víst, at teir ikki skulu spæla í Intertoto.
FCK kemur til Føroya sunnudagin 4. juli. Mánadagin 5. juli skulu teir spæla ímóti KÍ í Klaksvík, og mikudagin 7. juli skulu teir spæla í Gundadali ímóti HB. FCK fer aftur til Danmarkar hósdagin 8. juli. Um teir í morgin ella eftir síðsta umfarið í landskappingini fara at endurvinna meistaraskapin, so fara teir eftir Føroya ferðina at fyrireika seg til innleiðandi umfarið í europeisku kappingini fyri meistaralið.