Føroya KFUK-skótar 80 ár

9. mai 2008 eru áttati ár síðani KFUK-skótar vóru stovnaðir í Føroyum.

Av teimum fyrstu sum avløgdu lyftið hendan dagin kunnu nevnast:

Gunnhildur Evensen, Eva Thomsen, Liffa Gregoriussen, Aspa Poulsen og Thurid Waagstein.


At KFUK-skótar í ár hava virkað í Føroyum í áttati ár, eigur at hátíðarhaldast. Frá kl. 16 verður opið hús í KFUK í Havn, har øll sjálvandi eru hjartaliga vælkomin.


Vit hava samlað nakrar myndir av skótum frá øllum hesum 80 árunum, og gott hevði verið um onkur kundi komið at hjálpt okkum at sett navn a hesar myndir.


Dagbøkur frá øllum árunum liggja eisini frammi allan dagin. Ein drekkamunnur og okkurt gott afturvið, verður eisini at fáa og vit syngja og hoyra eitt sindur um skótarørsluna.


Vónandi eru nógvir fyrrverandi og núverandi KFUK-skótar, familjur og onnur, sum koma framvið í KFUK 9. mai millum 16 og 18.