Føroyaøkið í einum aldudali

Kolvetni finnast ? tað ræður ?bara? um at finna tey

Fyrilestur í Oljutinginum




Føroyska oljusøgan er ikki ung, sum mong halda. Hon er elligomul. Hon byrjaði fyri nógvum milliónum árum síðani - tá hetta landið varð til - tá fortreytirnar vórðu lagdar til tað oljutilfeingi, sum hevur ligið og bíðað eftir at verða uppdagað. Vit hava vónað og gitt. Fyrstu ítøkiligu prógvini - boringarnar á landgrunninum - siga okkum, at her finst ein virkin oljuskipan. Kolvetni goyma seg onkunstaðni, helst fjala tey seg undir tjúkku basaltfláunum. Tað ræður um at leita og finna. At hava treiskni, dirvi og tol. Og ikki minst pengar.

Nýggjara oljusøgan byrjaði fyri góðum 30 árum síðani, tá fjalda oljan varð funnin í Norðsjónum. Oljupionerar mettu longu tá, at Føroyar eisini goymdu olju. Stór oljufeløg bóðu tí longu tá um loyvi at kanna okkara undirgrund eisini. Longu í 1969 tvs. fyri nærum 35 árum síðani søkti amerikanskt felag um loyvi at skjóta seismikk her. 23. oktober 1974 stendur at lesa í Sosialinum, at sama amerikanska oljufelagið, ið kallast ?Ocean Exploration? aftur heitir á løgtingið og tá um at fáa einkarrætt til at gera seismiskar kanningar á havleiðini kring Føroyar.

Nógvar aðrar umsóknir komu. Landsstýrið tók avgerð um at bíða við at lata nakað loyvi, til spurningurin um undirgrundina var avkláraður. Tí vórðu eingi loyvi latin tá. Allar umsóknir vórðu lagdar á hillina. Fyrst máttu so grundleggjandi viðurskifti sum ognarrætturin til møgulig ráevni og markið til grannarnar fáast uppá pláss.

Í 1982 stendur at lesa í bløðunum, at tað nú liggja 30 umsóknir og bíða eftir svari at sleppa í gongd. Og samtíðis bjóðar eitt heldur ?mystiskt? felag, nevnt Pan Mexicana, sum hevur ein umsetning svarandi til bruttotjóðarúrtøkuna hjá Vesturtýskalandi sær at gjalda eina milliard krónur fyri at sleppa at bora. Peningurin skal fara í ein grunn, sum skal koma fiskimonnum til góðar.

Hesi seinastu 30 árini hava tí verið merkt av bæði viðráki og bakkøstum, av nøgdsemi og vónbrotum alt í einum. Men tað, sum hevur eyðkent gongdina, hevur verið ein trúgv uppá, at hetta skuldi bera til, at her finnast kolvetni, og at tey eru okkara.

Við bjartskygni, treiskleika og professionalismu hava vit megnað at fáa hesar so týðandi og grundleggjandi brikkarnar uppá pláss, ein fyri og annan eftir. Í 1992 fingu vit ognarrættin til ráevnini. Miðskeiðis í 90-unum fingu vit neyðugu lóggávuna til tess at kunna fara í gongd at fyrireika okkum, seinast í 90-unum fingu vit eftir tógvið stríð markið uppá pláss, og vit settu hol á nýggju øldina við at bjóða oljufeløgunum møguleikan at seta hol á undirgrundina. Og vit fóru undir at útbúgva okkara ungdóm til nýggju vinnuna og at ?geara? samfelagið til nýggju avbjóðingarnar. Ein ótrúliga hendingarrík men eisini krevjandi tíð.

So far so good.

Skal henda her og nú
Í dag skriva vit 2003, og her ræður óvissa, ótolni og resignatión millum manna. Hví? Jú tí vit eru so bráð og vilja hava tingini at henda her og nú. Vit mugu sjálvandi varðveita momentum, sum tað eitur. Avgerandi er at halda oljufeløgini við sínum milliónum av dollarum og ekspertisu føst her. Vit mugu gera tað áhugavert og attraktivt at váða pengar á okkara landgrunni.

Vit hava kappingarneytar um allan heim - onnur øki, har tað er bíligari at arbeiða, har krøvini frá myndugleikum eru færri og minni og ikki minst - har líkindini til at finna olju eru størri. Hetta er í sær sjálvum ein hóttan og ein avbjóðing, sum vit mugu liva við. Tað er í veruleikanum sera avmarkað, hvat vit kunnu gera fyri at vera millum vinnararnar í hesi gróthørðu kapping. Tí finst olja aðrastaðni, og hon er bíligari at taka upp og framleiða, tá fara oljufeløgini sjálvandi at rýma úr einum føroyaøki, har óvissan og prísurin eru so stór. Tað er slíkum vanda vit mugu forða fyri. Missa feløgini áhugan nú, er ikki vist, at tey nakrantíð koma aftur á klettarnar. Vit kunnu lýða somu lagnu sum Falklandsoyggjarnar, Írland og fyri tað Grønland.

Nú er tað fyrst og fremst profitturin, sum drívur verkið, og sum fær oljufeløgini at váða nakað, men vit mugu so eisini seta okkara álit á, at tað eru oljufeløg, sum veruliga vilja brúka orku og pengar til at kanna okkara undirgrund. Sum hava eina vón og eina trúgv uppá, at tað fyrr ella seinni fer at eydnast at finna kolvetnini.

Okkara myndugleikar mugu tí eisini gera nógv fyri at fasthalda áhugan hjá hesum feløgum og sjálvandi øðrum við, sum sita á síðulinjuni. Tað vil vera ein hárfín ballansa millum tað, sum okkara samfelag heldur vera rímulig og røtt krøv og so tað, sum oljufeløgini meta vera rímuligt og rætt fyri, at tey kunnu gera íløgur her.

Tolin trívst er gamalt føroyskt orðatak og eigur tað eisini at verða brúkt um leitingina á føroyska landgrunninum. Og tað er so sanniliga neyðugt við toli, nú tøgnin og lutvíst apatiin hava tikið yvir eftir mongu herrópini og gleðisynskini ? positivu forvæntningarnar - sum komu frá bæði politikarum og vinnulívsmonnum undan fyrstu boringunum á landgrunninum.

Helvtin borað
Í dag er helvtin av 8 brunnunum frá 1. loyviumfari borað. Úrslitið ? ja tað er bæði gott og ringt. Vit hava staðfest, at tað í undirgrundini er ein virkin kolvetnisskipan. Gjørt er eitt oljufund, sum vit tó enn ikki vita er rakstrarverdugt. Og boraðir eru eisini turrir brunnar.

Meðan politikarar, vinnulívsfólk og vanliga fólkið eru ótolin og bera ótta fyri, at føroyska oljuævintýrið endaði, áðrenn tað byrjaði, so verður mælt til, at vit vísa tol. Sagt verður, at tað er ikki óvanligt, at tað ikki verður gjørt rakstrarverdugt fund eftir bert fýra brunnar. Taka vit leitingina í Noregi á sinni vórðu har boraðir meira enn 30 brunnar, áðrenn lønandi oljufund varð gjørt. Vestan fyri Hetland vórðu fleiri enn 70 brunnar boraðir, áðrenn oljukelda varð uppdagað. Tað skulu borast umleið 5 brunnar fyri hvørt fund verður sagt. Hjá okkum er talan um eitt nýtt leitiøki, har eingin hevur borað áður, so kanska hetta er ikki rætta talið hóast alt. Kanska tað skulu teir 8 brunnarnir til fyri at finna oljuna. Í so máta má sigast, at vit tá hava rakt í plett.

Komandi trý árini fara oljufeløgini at bora 4 brunnar aftrat. Neyvan verður nøkur boring fyrr enn í 2005. Til ta tíð vilja oljufeløgini savna inn nýggjar upplýsingar um undirgrundina, nú tey kanska mettu skeivt í fýra teimum fyrstu brunnunum. Bretska økið við keldunum Foinaven og Schiehallion vórðu fyrimyndin, men møguliga eisini snávingarsteinurin ella kanska bara blindgøtan. Vit skulu møguliga bara til at leita heilt aðrastaðni. Seta okkum niður aftur og byrja av nýggjum. Soleiðis at slepst undan nýggjum blindgøtum og snávingarsteinum.

Fleiri av feløgunum hava 9 ára loyvi, sum tey í løtuni samráðast við myndugleikarnar um. Ætlanin við hesum loyvum var, at feløgini longu í ár skuldu bestemma seg til at bora komandi árini. Tann avgerðin verður tó helst útsett nakað og kunnu feløgini tí halda fram við sínum kanningum. Tað kann henda, at teir fýra brunnarnir ella nakrir teirra frá 6 ára loyvunum, verða tengdir saman við troytan av 9 ára loyvunum ella møguliga verða fluttir inn í eina nýggja útbjóðing.

Hetta eru so enn bara kvalifiserðar gitingar.

Boraðir eru fýra brunnar. Eftir at bora eru fýra. Og verður nýggj útbjóðing í næsta ár kann jú henda, at uppaftur fleiri brunnar fara at standa á skránni tey næstu árini. Og tað í nýggjum og kanska meira spennandi økjum fyri norðan og fyri vestan ? inni á basaltøkjum, sum kunnu goyma stórar olju- og kanska ikki minst gasskeldur. Fleiri ábendingar eru um, at gass finst í stórum nøgdum á føroyskum øki. Spurningurin er ?bara?, hvar. Feløgini halda seg hava eina peiling av, hvar, men tað skulu gerast nógv fleiri seismiskar kanningar, áðrenn fyrsti borurin verður rendur í basaltið.

Feløg og myndugleikar tykjast hava funnið saman um ein góðan dialog, har allir møguleikar nú verða viðgjørdir. Um nýggjar kanningar, skilagóðar broytingar í verandi útbjóðing og ein nýggj útbjóðing verða væl móttikin hjá bæði oljufeløgum og myndugleikum er ikki óhugsandi, at eitt olju- ella gassfund verður gjørt í næstu framtíð. Vit hava traðkað barnaskógvarnar. Nú er at taka miðvís men varislig fet út á stóru basaltfløturnar, sum krógva svarta gullið.

Basaltavbjóðingin
Nú leypi eg eitt sindur. Ein av stóru avbjóðingunum á føroyaøkinum komandi árini er basaltið. Á oljumessuni í Aberdeen nú um dagarnar greiddi eitt umboð fyri Shell frá tí arbeiði, sum verður gjørt fyri at síggja niður gjøgnum basalt, ?Sub Basalt Imagening?. So tað er ikki bara her hjá okkum, at tosað verður um hetta so týðandi evnið. Tað er nevniliga ein trupulleiki ella um tú vil, ein uppgáva, ein avbjóðing, so nógva aðrastaðni eisini. Tað vil siga, at orka verður brúkt til at loysa ein knút, sum eisini kann gagna okkum. Liggja stórar oljugoymslur fjaldar undir basalti og á djúpum vatni, so hevur tað týdning at kunna minka um kostnaðin at finna hesar, og her er basaltgátan avgerandi. Men lat okkum líka halda okkum til basaltið. Har eru so tveir avgerandi spurningar, sum eisini hava okkara stóra áhuga fyri ikki at siga, at teir eru avgerandi fyri, um vit vera oljutjóð ella ikki.

Annar er at menna tøknina, soleiðis at man sær gjøgnum basaltið. Hin er at bora gjøgnum basaltið. Skal tú bora ein metur um tíman, so verður tað so ómetaliga dýrt, ja tá skal man kanska bora í eitt hálvt ár, og tá er váðin framvegis stórur. Neyvan nakað oljufelag fer at brúka sínar íløgur til slíkt. So talan er um at síggja gjøgnum basalt og bora gjøgnum basalt. Ber ikki til at menna tøknina á hesum økjum komandi árini, so kann tað gera, at oljufeløgini taka seg aftur av føroyaøkinum.

Vit mugu bara viðganga tað: nógv negativt er við Føroyaøkinum í løtuni. Feløgini eru als ikki líka ivrig, sum tey vóru. Kortini tykjast feløgini vera áhugað. Bara tað at tey hava skrivstovur og fólk her merkir, at tey hava ikki mist áhugan heilt.

Hvat fer at henda?
Hvat fer so at henda nú spyrja tit ótolin! Og tað sær út til at blíva ein uppafturtøka av spurningum og aftur spurningum, hjá oljufeløgum, hjá oljumyndugleikum og hjá okkum journalistum.

Loyvini ganga út við enda ár 2006. Innan ta tíð skulu fýra brunnar verða boraðir. Men verða fýra brunnar boraðir aftrat, tá avtornar kundi verið spurt? Feløgini hava jú bundið seg til at bora teir, men kann tað henda, at man slær kanska onkrar brunnar saman og borar djúpri. Tvs. at vit fáa 3 heldur enn 4 brunnar?

Eitt fund er gjørt. Vit vita ikki, um tað er rakstrarverdugt. Ein avmarkingarbrunnur varð boraður og var hann ikki nøkur succes. Hvat hendur nú? Heldur Amerada, at hann als ikki er nóg áhugaverdur, at man sleppur honum longu eftir, at ein avmarkingarbrunnur er boraður? Ja hvør veit, kanska er hann longu sleptur!

Vit vita, at ein virkin kolvetnisskipan finst. Endiliga ein positiv staðfesting.

Vit vita eisini, at tað skal tol til. Men vit vita samtíðis, at har talan um profitt er tolið ikki óendaligt. Ein ella annar krevur at finna olju á Føroyaøkinum, men hvør er hann ella hon, sum veruliga vil hanga í, til fund verður gjørt?

Man má hava eina ella aðra gularót. Hon er so tann, at tað eru nøkur viðurskifti, sum eru góð í Føroyum. Eitt nú at økið politiskt er stabilt sammett við lond, har ruðulleiki ræður og óstabilitetur ræður. Men tey jarðfrøðiligu viðurskiftini skulu í øllum førum vera uppá pláss. Vit síggja aðrastaðni í heiminum, at hóast tey politisku viðurskiftini ikki altíð eru líka góð, so telur tað nógv, at jarðfrøðin er til vildar.

Hvat fer so at henda? Statoil hevur ein brunn. Amerada hevur ein og BP tveir.

Tað hevur víst seg, at oljan finst ikki í teimum jarðløgunum, har hon er funnin vestan fyri Hetland, løg, sum vit hava brúkt sum referansu. Kann tað tí hugsast, at oljan liggur nógv djúpri. Og vitandi at ein djúpur brunnur kostar nógvar ferðir meira enn ein grynri, kann tað tá aftur hugsast, at man vil gera broytingar í arbeiðsprogrammunum?

Sjálvt um fýra brunnar eru eftir, kann tað so hugsast, at tað møguliga bara vera tríggir, sum verða boraðir, tá avtornar?

Fyri at varðveita áhugan á føroyska økinum ber til at gera sær tað tankaeksperiment, at tveir brunnar verða slidnir saman, um so er at har er eitt prospekt at fara eftir. Her hugsi eg serstakliga um loyvini hjá Statoil og BP, sum liggja upp at hvørjum øðrum, og har vit vita, at feløgini høvdu áhuga fyri pørtum av báðum av lisensunum.

Ella ber til at ímynda sær, at fleiri av feløgunum, sum eru á landgrunninum taka seg saman fyri at spjaða váðan enn meira enn tey hava gjørt, soleiðis, at av teimum fýra brunnunum, sum eftir eru, verður ein boraður inni á basaltinum, sum tá eisini vil vera bæði dýrari og váðaligari enn aðrir brunnar. At man váðar ein basaltbrunn fyri tveir aðrar?

9 ára loyvini
Tá eru so bara trý øki í løtuni, sum kunnu vera áhugaverd. Tað eru 9 ára loyvini hjá ENI, Anadarko og Statoil.

Sum skilst hava øll feløgini biðið um at fáa longt síni 9 ára loyvi. Oljumálaráðið hevur givið Statoil loyvi og fer helst at geva hinum loyvini í næstum. Hava tey biðið um tvey ára forlongilsi, og tað skilst vera so, tá kunnu vit siga, at tað verða tey komandi tvey árini, sum verða avgerandi fyri, hvør hongur við víðari.

Tað má tí metast, at tey vónbrot, sum hava verið, eru kortini ikki so svørtskygd heldur, nú øll feløgini hava biðið um forlongilsi av 9 ára loyvunum. Tey hava eina ella aðra kenslu av, at olja kanska er har. Og tí er býtt at siga loyvini frá sær, um oljan finst júst har.

Verða 9 ára loyvini longd tvey ár vil tað siga, at tvey tey komandi árini verða sera týdningarmikil. Bæði viðvíkjandi seks ára loyvunum men eisini tí feløgini hava ynskt at halda fast við 9 ára loyvini. Tað at tey vilja brúka orku her vísir, at tey ikki ætla at taka seg úr økinum.

Men hvussu við BP. Tað hevur einki 9 ára loyvi at flyta síni forpliktilsi til. Vit hava so eisini sæð, at BP hevur úttalað, at tað hevur einki eyðsæð boriøki í teirra einasta loyvisøki, og tí er ikki vist, at tað er frægast at bora har. At tað hevur samrøður við onnur feløg og myndugleikar fyri møguliga at bora í øðrum økjum. Og at tað er ósannlíkt , at BP fer at bora 2 brunnar afturat í sínum loyvi. Best er um í minsta lagi ? leggið til merkis ? BP sigur í minsta lagi annar av báðum brunnunum verður boraðir uttan fyri teirra loyvisøki. Hesi úttalilsi frá BP, sum jú hevur verið lokomotivið og lyntokið á øllum Atlantsmótinum geva okkum klárar ábendingar um, hvat er við at henda. Tit sum her sita vita eisini, hvat man kann leggja í slík úttalilsi: nevniliga, at BP er í trongum skóm, men at tað ikki ætlar sær úr skónum men skifta til aðrar skógvar ella kanska styvlar er rættara orðið, nú nógv bendir á, at BP verður noytt til at fara longur niður í dýpið næstu ferð og entá inn á basaltið?

Frammaundan hevði tú bara fundini vestan fyri Hetland at vísa á tvs. sum referansu. Nú hevur tú so fingið fýra brunnar aftrat á føroyaøkinum at ganga út frá. Verða teir næstu fýra eisini turrir kemur tað at forsterka negativu ávirkanina. Men tað ger so eisini, at vit fáa betri data til uppaftur nýggjar brunnar í eini nýggjari útbjóðing. So tað er umráðandi ikki at taka nakað fyri givið. Missi eg teg her, so vinni eg teg har.

Økið vestan fyri Hetland hevur heldur ikki verið nøkur succes. Tað er eingin loyna, at vit eru í einum aldudali, her serstakliga vestan fyri Hetland. Tó so. Er tað so rætt sum ryktir vilja vera við, at Cambo-brunnurin er eitt fund, so liggja ENI og Føroya Kolvetni við sínum 9 ára loyvi beint í grannalagnum. Tað eru góð tíðindi í hesi aldudalstíð.


Nú er tað so alment, at bræv er farið frá Jarðfrøðissavninum til oljufeløg kring allan heim um at nominera nýggj øki til eina næstu rundu.

Spurningurin er so, um vit bara skulu bíða til at hava rundur til umstøðurnar eru góðar ella skulu vit sjálvi arbeiða uppá at skapa meira áhuga fyri økinum. Skulu vit bara seta okkum at bíða til økið aftur er í einum hákonjukturi, so leggja vit okkum eftir, at tað eru okkara grannaøki, sum skulu lyfta okkum. Kunnu vit líta á tað!

Krøvini til keikant oa.
Hvussu við krøvunum til oljufeløgini um føroyska luttøku, keikant osfr. Verða myndugleikarnir noyddir til at endurskoða krøvini fyri at gera tað meira áhugavert fyri at vera við í eini 2. útbjóðing?

Vit eiga at kunna seta spurningin, hvussu relevant tað er at stríðast um eitt krav um at alt skal yvir føroyskan keikant í eini leitifasu. Undir útbygging er tað nakað annað. At tú skal hyggja eftir hvussu nógv rør eru umborð osfr. Er tað hetta vit skulu hava eftirlit við. Ella skal man linka um hesi krøvini. Sambart lógini skal flutningur til og frá, tá boripallur ella boriskip er á føroyskum øki, yvir føroyskan keikant. Men er skipið fylt áðrenn, hvussu skal ein so fyrihalda seg. Spurningar og aftur spurningar.

Tað var løgtingsins vilji frá byrjan, og neyvan torir landsstýrismaðurin at pilka við hetta, tí tað rætt og slætt ikki er meiriluti fyri at víkja frá keikantinum. Og so fær hann neyvan heldur sín starvsfelaga í Rúnavík at ganga við til tað, tá hugsað verður um, at útgerðarhavnin liggur har.

Eg rokni ikki við, at feløgini fara at leggja so stóran dent á hetta undir komandi leiting. Hetta er ein lítil trupulleiki í tí stóra heila hjá flestu av feløgunum.

Eru so onnur krøv, har vit kunnu fremja broytingar? Neyvan. Taka vit skattaskipanina, so er illa hugsandi, at myndugleikarnir fara at nerta við hana. Og helst er tað heldur ikki so avgerandi fyri oljufeløgini. So vit mugu ganga út frá, at skattaskipanin verður helst tann sama undir 2. útbjóðing, tí tað er ein longri prosess at fara og pilka við hana nú.

Annað er so, at man kann betra um smábrek so sum at oljufólk ikki kunnu vera her í ein dag uttan at verða skattað. Her er talan um at fáa ein dupultskattasáttmála við Bretland uppá pláss.

Nú vit tosa um krøv mótvegis oljufeløgunum, so var tað skilagott av okkara myndugleikum at seta sum krav til oljufeløgini, tá tey fingu loyvi reglurna um ?Drill or pay? - bora ella betal. Fyri føroyskar myndugleikar er tað mest umráðandi, at vit hava fýra brunnar eftir. Tí vísir bara ein av teimum eitt fund, so er sloppið.

Til endast ein lítil sólstálusøga. Tað verður tosað um, at vit í fyrsta lagi framleiða olju um eini 10 ár. Hvør veit, kanska tað ganga 15 ár. Og um so er og vit skriva 2015 og eingin olja er farin at renna til ta tíð, so hava vit í hvussu er vunnið í lottaríínum, væl at merkja, tí danska, tí sambart avtaluni vit gjørdu við danir nøkur ár herfyri, so detta 500 mill. kr. av skuldini til Danmarkar burtur, um oljan ikki rennur áðrenn 2018. Sig so at eingin olja eisini kann geva pengar í kassan.