Oljuráðstevna
Tað var ikki tað stóra flogið yvir afturvendandi oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum týsdagin. Tað kendist sum vánaligu boriúrslitini og øll oljutilgongdin annars merkti teir gott og væl 100 luttakararnar. At so gott sum eingir spurningar vórðu settir røðarunum bar boð um ta apatilíknandi støðu, sum øll oljutilgongdin tykist vera í.
Niðurstøðurnar frá røðarunum vóru heldur ikki alt ov bjartskygdar, hóast har vóru glottar. Journalistiski gestarøðarin úr Skotlandi róði haraftrat framundir, at onkur av fyristøðufeløgunum vilja sleppa burtur úr sínum bindingum á landgrunninum.
Vit eru í einum aldudali. Onnur øki er meira áhugaverd, men áhugin er ikki burtur, tá feløg velja at vera verandi her við t.d. at halda fram við sínum 9 ára loyvum, umframt at feløgini longu hava bundið seg til at bora fleiri brunnar. Í nøkrum førum halda feløgini seg síggja strukurar í 9 ára loyvunum, sum eru ov góðir at fara frá. Feløg sum Statoil fara ikki at brúka tíggjutals milliónir til fleiri kanningar í eitt nú 9 ára loyvinum, um tað ikki trúði uppá økið.
BP tykist vilja brúka sínar leitipengar í øðrum støðum enn í Føroyum og á Atlantsmótinum, men felagið hevur kortini tveir brunnar eftir at bora her.Teir mugu finna fram til, hvussu teir vilja brúka umleið eina hálva milliard kr. til at bora írestandi brunnarnar.
Áhugaverdir strukturar
Lat okkum tó byrja í tí meira bjartskygda endanum, við Garreth Allinson, jarðfrøðiliga serfrøðinginum hjá Statoil fyri m.a. Føroyaøkið. Hann hevði áhugaverda framløgu og vísti á, at Statoil ongar ætlanir hevur at taka seg úr Føroyaøkinum. Felagið hevur bundið seg til at bora ein brunn aftrat, og ætlar felagið sær at halda. Men haraftrat vil felagið eisini framhaldandi gera íløgur her. Felagið heldur nevniliga, at tað kunnu vera áhugaverdir strukturar undir basaltinum, har Statoil hevur eitt 9 ára loyvi. Men sum støðan er nú er váðin ov stórur at bora har. Tí má meiri arbeiði gerast. Garreth Allinson segði, at tað er ov gott at fara frá nú og hevur felagið fingið longt sítt 9 ára loyvi til tað sama. Um seismikkurin, sum er og verður skotin í hesum økinum, verður eitt gjøgnumbrot, so kann talan verða um nakað heilt stórt at fara eftir. Talan er um sokallaða Kappa-prospektið, ið liggur norðaliga í 9 ára loyvinum.
Um so er at tað ber til at síggja betur gjøgnum basaltið og um tíðin fer at vísa, at nakað er at fara eftir, so stendur eftir spurningurin, um at kunna bora nóg skjótt ígjøgnum basalt. Skal ein brunnur t.d. ikki koma at kosta eina hálva milliard at bora, so má boritøknin í basalti betrast. Sum støðan er beint nú verður tað ov leingi og harvið og kostnaðarmikið at bora gjøgnum t.d. hálvan annan kilometur av basalti fyri at koma á mál. Tá verður eitt slíkt fund ikki lønandi. Tí kannar Statoil í løtuni nýggjar hættir at bora gjøgnum basalt. Úrslitini eru misjøvn. Men niðurstøðan er tann, fer at bera til at bora gjøgnum basalt við 4 metrum um tíman, so er tað í lagi. Vanliga kunnu borast upp í 20 metrar um tíman í øki uttan basalt. Her er tað so eisini ein spurningur, hvat slag av boritøkni og ?útgerð tú brúkar. Samanumtikið helt Allinson, at tað verða gjørd so stór tøknilig framstig bæði innan seismikk og boring, at vit eiga ikki at vera ov svørtskygd.
Váðin størri enn hildið
Umboðsmaðurin hjá BP var ikki so bjartskygdur. Craig MC Kenzie greiddi frá arbeiðinum og ætlanunum hjá BP í Norðsjónum serliga. Hann vísti á, at felagið roynir at leggja seg eftir at útvinna olju í økjum, har kostnaðurin ikki er so stórur. Taka vit Føroya økið so vil tað kosta nógv meira at útvinna olju her enn í nógvum øðrum londum. Tað vísir seg eisini, at fá fund hava verið gjørd í bretskum øki mongu seinastu árini. Tað fær BP til at hyggja longur út í heim. Tað er greitt, at henda gongdin ger, at eitt øki sum føroyski landgrunninum kemur ikki í fyrstu røð.
-Vit hava borað ein turran brunn og ásanna, at føroyaøkið er váðiligari enn vit upprunaliga mettu. Tær metingar og tulkingar, sum vit hava gjørt í dag, vísa, at bestu og mest lovandi økini, prospektini, eru heldur ikki í okkara loyvi. Og tað er greitt, at eingin ynskir at bora turrar brunnar, og tí vilja vit finna út av, hvat er best at gera í framtíðini sigur Craig MC Kenzie við Sosialin.
Uppá fyrispurning um felagið hevur gjørt sítt heimarbeiði nóg væl, nú man longu er komin eftir, at tað lønar seg ikki at bora í tí loyvi, sum man var so uppsettur uppá at fáa sigur Craig MC Kenzie, at orsøkin til, at teir ikki fara at bora í 2004 er tann, at teir vilja royna at gera fleiri kanningar í 2004. Málið er so at bora í 2005.
-Vit hava ikki gloymt okkara áhuga í Føroyum, vit bara viðganga, at økið er váðiligari í dag, enn vit hildu frá byrjan. Vit arbeiddu eftir einum jarðfrøðiligum modelli, sum boringin tíverri vísti var skeivt.
Uppá fyrispurning um BP, sum ikki hevur nakað 9 ára loyvi, kundi hugsað sær at farið saman við Statoil og borað inni á basaltinum í teirra 9 ára loyvi sigur Craig MC Kenzie, at tað kundi verið eitt gott hugskot. Men BP hevur ikki tikið nakra avgerð enn. Fyrst vilja teir tosa við Oljumálaráðið. Tað gjørdu teir týsdagin.
BP maðurin sigur at enda, at fyri teir er 2004 eitt analysuár, meðan 2005 verður eitt boriár hjá BP, báðumegin markið á Atlantsmótinum. Umframt tveir brunnar á føroyska landgrunninum hevur BP eisini bundið seg til at bora í bretska partinum av Atlantsmótinum.