Føroya Kolvetni fjórðing av leitiloyvi

Oljufelagið Føroya Kolvetni hevur økt sín lut í loyvinum, sum ENI (Agip) er fyristøðufelag fyri úr 7% uppí 25%. Stjórin heldur ikki tað er ov stórur váði at taka. Boringin byrjaði í vikuskiftinum.

4. brunnurin


Føroya Kolvetni hevði aðalfund nú um dagarnar. Úrslitið í fjør var sum mett, tvs. eitt undirskot av rakstrinum uppá nakrar milliónir kr. Nakað er brúkt til ymsar kanningar. Felagið hevur framvegis ongar inntøkur .

Føroya Kolvetni er við í 4. boringini á landgrunninum saman við italska felagnum ENI. Higartil hevur felagið átt 7% lut í loyvinum. Felagið hevur átt eina optión at kunna fara uppá 22%. Samráðingar hava síðani verið við ENI og gjørdist endin, at Føroya Kolvetni nú hevur 25% av loyvinum. Uppá fyrispurning um hetta ikki er ein sera stórur váði at taka sigur Niels Sørensen, at hetta var so tað, sum teir mettu teir skuldu og kundu gera.

Ein brunnur á landgrunninum er mettur at kosta einar 200 mill. kr. og merkir tað, at Føroya Kolvetni skal gjalda millum 50 og 60 mill. kr. Pengarnir koma frá ymsum íløgufeløgum, eitt nú 3i og Dana Petroleum, sum hevur brúkt alla sína optión í Føroya Kolvetni. Hetta eru alt feløg, sum kenna til oljuvinnuna og sum hava serfrøðingar, sum halda, at hetta er ein góð støða.

Tað er annars enska móðurfelagið Faroe Petroleum, sum eigur meginpartin í Føroya Kolvetni. Har eru eini fimm stór altjóða feløg umframt teir umleið 200 føroyingarnir, sum eiga nøkur fá %.

Men er tað ikki nógv at satsa so høgt sum 25% í eini boring, sum er so óviss og sum kostar so nógv? Niels Sørensen er ikki í iva. -Felagið letur ikki aftur, um einki verður funnið.Oljuvinna er ikki antin ella. Gera vit ikki eitt lønandi fund, so fáa vit nógvar týðandi upplýsingar, sum vit kunnu byggja víðari á. Vit arbeiða við so nógvum øðrum ætlanum eisini, at boringin við Føroyar er bara ein av nógvum.

Felagið hevur so eisini eitt 9 ára loyvi. Støða verður skjótt tikin til, hvat man vil við tí loyvinum.

Á aðalfundinum var eisini nevndarval. Hall Goldstein er farin úr nevndini. Eingin kom í hansara stað. Í nevndini eru tí bara fýra limir. Graham Steward er formaður, síðani Olaf Olsen, Meinhard Jacobsen og Niels Sørensen. Á skrivstovuni hjá Føroya Kolvetni eru fýra fólk