Landsnevndin staðfestir og harmast um, at hvørki avarðandi ráðharri ella samgonga hava himprast við, nú tað er staðfest bæði av Skatta- og avgjaldskærunevndini, (í úrskurði 25. oktober 2006, mál 06-03-31-40) Og av Føroya Rætti, at landsstýrið óheimilða hevur tikið ov nógvan pening frá túsundtals føroyingum.
Samgongan letur nú almenna stovnin TAKS einsamallan eiga alla ábyrgdina av illa smíðaðum lógum, ið landsstýrið einki ger fyri at bøta um.
Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins staðfestir enn einaferð, at málið er komið hagar, at bert Føroya Løgting kann og eigur at rætta upp tann skeivleika og órætt, sum nógvum føroyingum hevur verið fyri.
Tingið má staðfesta, at allir føroyingar fáa somu viðferð, tá ið rætturin hevur talað. Landið má tí seta fyrning til viks í hesum málinum.
Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins heitir á tingmanning floksins um sum skjótast at reisa málið um MVG gøluna á Tingi og leggja fram aftur: Uppskot til løgtingslóg um viðferð teirra, ið hava goldið meirvirðisgjald av skrásetingargjaldi.