TRYGGING
Flest øll kenna søguna úr halgubók um tey sjey góðu og tey sjey raku árini. Tað gjørdist neyðugt hjá Moses og hinum at savna saman í goymslur tey raku árini, soleiðis at nokk var at taka av, tá ringu tíðirnar komu.
Hjá Føroya Lívstrygging hava tey eisini spart saman hesi seinastu árini. Tey hava seinastu árini forvunnið nógvan pening uppá kursvinningar á altjóða partabrævamarknaðinum. Partar av hesum forvunna peningi verður koyrdur í ein grunn kallaður bonusútjavningargrunnurin. Hjá Føroya Lívstrygging gjørdist tað neyðugt at stinga hondina nakað væl niður í grunnin eftir peningi, tí úrslitið á altjóða virðis- og partabrævamarknaðinum gjørdist vánaligt fyri 2001.
?Vit koyra við einari garanteraði rentu. Tí hava vit savnað saman í grunn í fleiri ár, tá vit hava havt kursvinning, sigur Tummas Eliasen, stjóri fyri Føroya Lívstrygging.
Fram til 2000 hevur Føroya Lívstrygging garanterað eina rentu aljóðandi 4,5%, og frá 2000 hava teir garanterað 2,5%.
Í alt varð neyðugt at taka 56,3 mió úr bonusútjavningini. Tryggingartakararnir fingu í 2001 tilskrivaða eina rentu upp á 7% p.a.
Tummas Eliasen vil tó ikki heilt kalla árið ov vánaligt.
?Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at vit hava havt vinning í nógv ár. Vit koyra í einari tryggari legu. Samanborið við donsk feløg er okkara støða rættiliga góð.
Úrslitið av partabrøvunum gjørdist tó vánaligt, men hetta er bert ein partur av virkseminum, sigur Tummas Eliasen.
Rakstrarúrslit
Rakstrarúrslitið hjá P/F Føroya Lívstrygging fyri árið 2001 var 4,3 mió. kr. mótvegis 4,5 mió. kr. í árinum 2000. Raksturin hjá P/F Føroya Lívstrygging var í 2001 merktur av tí vánaligu gongdini á altjóða fíggjarmarknaðinum, serstakliga lækkaði kursurin á partabrøvum nógv, og tað hevði við sær lutfalsliga stór kurstap. Tær samlaðu rentuinntøkurnar vóru 63,8 mió.kr. mótvegis 59,6 mió. kr., og samlaða kurstapi var 35,7 mió. kr. Soleiðis vóru nettointøkurnar av fíggjarognunum 28,0 mió. kr., og tað svarar til eitt miðalavkast av fíggjarognunum í 2001 upp á 1,9% mótvegis 5,0% árið fyri.
Við atlitið at, at árið 2001 ikki gav tað stóra avkastið, og at rentan sum heild hevur verið sera lág í langt tíðarskeið, er rentan fyri 2002 sett til 5,75% p.a.
Mannagongdin hevur higartil verið tann, at rentan hevur verið ásett fyri eitt ár í senn, men við atliti at gongdini á fíggjarmarknaðunum seinasta árið, verður hædd tikin fyri, at rentan kann lækkast í árinum.
Tryggingargjøldini øktust við 5,3% til 121,7 mió. kr. mótvegis 115,6 mió. kr. í 2002. Tey seinastu 5 árini er tryggingargjaldið hækkað úr 61,7 mió. kr. til 121,7 mió. kr., svarandi til ein árligan vøkstur upp á 19,5%.
P/F Føroya Lívstrygging hevði aðalfund tann 2. mai. Nevndin varð øll afturvald, og í henni sita Poul Hansen, Súsanna E. Sørensen, Allan T. Skaalum, Eyðbjørg Kass og Gunnar Holm-Jacobsen.