Sparingar hjá samgonguni fara at bumba musikkskúlan heilt aftur til 1990.
Tað sigur Sámal Petersen, formaður í Musikkskúlalærarafelagnum, nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár.
Føroya Musikkskúli byrjaði í 1981 sum ein royndarmusikkskúli og í 1984 var Føroya Musikkskúli stovnaður.
Hann vaks skjótt til at umfata umleið 40 fulltíðarstørv. Fyrst í nítiárunum minkaði hann aftur niður á 25 fulltíðarstørv. Men síðani vaks hann aftur til 54 og 1?4 starv í 2007.
Síðani 2007 eru 5 og 1?4 starv spard burtur aftur.
- Musikkskúlin er ungur og eingin nátúrlig frágongd er tey næstu fimm árini og tí skulu øll størvini sparast við uppsøgnum, sigur stjórin
Hann sigur, at vð teimum sparingunum, samgongan hevur boðað frá næstu fimm árini, verða 4 og 3?4 starv spard burtur afturat.
- Tá verða bara 45 fulltíðarstørv eftir í musikkskúlanum í øllum Føroyum.
Formaðurin í Musikkskúlanum staðfestir, at Musikkskúlin er spardur inn á bein bæði umsitingarliga og í tali av lærarum.
- Sparingarnar fara at føra til, at musikkskúlin verður bumbaði aftur til 1990, tá 40 fulltíðarstørv vóru.
Hann vísir á, at musikklærarar eru sera sjónligir í tónleikalívunum uttanfyri Musikkskúlan.
- Teir stjórna og spæla við í hornorkestrum, dansi og undirhaldsorkestrum, Aldubáruni og Føroya symfoniorkestri.
- Missa vit fleiri lærarar, verður hetta virksemi eisini minkað munandi.
Sámal Petersen sigur, at musikkskúlin er ein sera týðandi partur í føroyska tónleikalívinum og undirtøkan er sera stór úti í samfelagnum at varðveita og styrkja skúlan.
Ætlaðu sparingarnar upp á slakar 3, 16 millión fram til 2017 fer at fáa álvarsamar fylgir fyri Føroya Musikkskúla, ikki minst fyri tey smærru økini, sigur Sámal Petersen.