Tað var á sjómannadegnum 2009, at menn fóru at tosa um at skipa fyri einum felag fyri træseglskip, og sama árið varð settur ein bólkur, at fyrireika eitt slíkt felag.
Tá so felagið var stovnað, kom hugskotið um at skipa fyri einari regatta fyri træseglskip.
Fyrsta árið fall regattain saman við ólavsøkuni, og tað var fyri so vítt gjørt við vilja. Men tað vísti seg, at tiltakið druknaði í ólavsøkuni, so nú verður Føroya Regatta hildin fyrsta vikuskiftið í juli.
Eftirmeting var gjørd eftir fyrstu regattaina, og avgerð varð tikin um at halda fram.
Alt verður gjørt sjálvboðið, so talan er um blóð, sveitta og tjøru, tí fíggjarliga eru træseglskipini á knøunum.
- Tað skal eitt stórt arbeiði til at halda hesi skipini, og tað krevur rættiliga nógv fíggjarliga, hóast alt arbeiði er sjálvboðið, siga teir báðir, Hans Eli Hansen, formaður, og Jens Marius Poulsen, skrivari í Felagnum Træseglskip.
Nú vita fólk, at Føroya Regatta er, og serliga tað, at kommunurnar hava tikið so væl ímóti tiltakinum, hevur gjørt, at menn hava hug at halda fram.
Tjald verður sett upp við mati, har er tónleikur, vælkomstrøður verða hildnar, har verður skipað fyri felagssangi og so verður dansaður føroyskur dansur um kvøldarnar, tá lagt er til kai, sigur teir báðir.
Opið skip
Tað verða væntandi 11 skip við í regattaini í ár, umframt onnur skip og bátar.
Skipini savnast á Pollinum í Fuglafirði klokkan 18 hósdagin 4. juli, har VIP'arar koma umborð, áðrenn siglt verður seinasta teinin inn á Fuglafjørð.
Tað plaga at vera fleiri róðrarbátar í fylginum, so tað er ein vøkur sjón, tá flotin kemur inn at bryggju.
- Vit royna altíð at koma at bryggju um 19-tíðina, tí vit hava áður upplivað, at vit eru komnir til kai longu um 17-18 tíðina. Tá hevur nógv fólk verið har, men so eru tey farin heim at eta, og eru so ongantíð komin oman aftur á bryggjuna. Tí hava vit gjørt av, at leggja til bryggju um 19 tíðina, siga Hans Eli Hansen og Jens Marius Poulsen.
Síðani verður almenningurin bjóðaður umborð at síggja skipini, og hetta fer so fram í einar tveir tímar.
- Tað eru langt frá øll, sum hava verið umborð á gomlu sluppunum og sæð, hvussu umstøðurnar hjá okkara forfedrum hava verið, og hvussu trongligt teir hava livað. Tí er hetta eitt gott høvi hjá fólki at koma umborð at vitja, siga teir báðir.
Tá so vitjunartíðin er av, fara fólk at hugna sær. Klokkan 21 verður skipað fyri felagssangi, og klokkan 22 verður so tikið saman eina løtu. Eftir klokkan 23 dansa fólk so leingi teimum lystir.
Suður og norð, eyst og vest
Fríggjadagin gongur so leiðin av Fuglafirði á miðdegi, og so verður komið á Havnina klokkan 19.
Har liggur flotin so til á miðdegi dagin eftir, tá farið verður eitt legg suður á Skopun, ið hevur eina bygdarstevnu júst hetta vikuskiftið.
Ætlanin er, at fylgið skal verða har klokkan 14, og so liggja í Skopun til klokkan 16, tá farið verður seinasta strekkið vestur á Miðvág. Eisini í Miðvági er ætlanin at leggja til bryggju klokkan 19.
Sunnudagin 7. juli leggur so allur flotin av Miðvági á miðdegi, og hvør siglir tá í sína ætt.
Fyrireikararnir hava gjørt av, at skipa fyri tveimum rutum, sum so verða sigldar annaðhvørt ár. Skiftivís verður byrjað ella endað í Vági ella á Tvøroyri, meðan rutan annaðhvørt ár gongur meira eystur og vestur.
Felags fyri báðar ruturnar er, at tað er møguleiki hjá fólki at verða við á ferðunum umborð á onkrum av skipunum. Tað kostar eina ávísa upphædd, alt eftir, hvussu leingi tú ynskir at vera við. Tað ber til at keypa ferðaseðil fyri allan túrin, ella fyri hvørt strekkið sær.
Einasta treytin er, at ferðafólk mugu finna sær innivist á teimum støðum, har vitjað verður, tí tað er ikki pláss at liggja nátt umborð á skipunum.
Stórt virði
Teir báðir, Hans Eli Hansen og Jens Marius Poulsen, siga, at tað hevur stórt virði, at vit eiga so nógvar sluppir og træseglskip, sum vit gera.
Tað finst ikki ein einasta slupp eftir í Íslandi, nakað, sum íslendingar eru sera harmir um, og eingin er heldur at finna á Bretska meginlandinum ella í oyggjunum.
Hetlendingar lótu sína seinastu slupp til Føroya, og eingin er heldur eftir í Orknoyggjunum ella Hebridunum, og tað sama er galdandi í Skotlandi og Onglandi.
Ansa vit ikki eftir, verða eingi træskip til yvirhøvur.
Tað er tí at fegnast um, at Løgtingið hevur staðfest eina lóg til at varðveita gomlu træskipini.
- Land, kommunur, feløg og einstaklingar mugu øll vera við, um gomlu træskipunum skal verða lív lagað, siga Hans Eli Hansen og Jens Marius Poulsen frá Felagið Træseglskip.
Skipini, sum verða iði á regattaini í ár, eru: Jóhanna, Westward Ho, Norðlýsið, Dragin, Thorshavn, Brimnes, Fram, Norðan, Heimdal, Høgna Jákup og Fiefie of Sand.
Manningin telur tilsamans millum 50 og 60 fólk, menn og kvinnur.