Føroya Sjómansskúli byggir út

Hølisviðurskiftini á Føroya Sjómansskúla hava í áravís verið rættiliga tronglig. Og onkuntíð hevur verið tosað um, at vandi kundi verða fyri, at vit vórðu afturúrsigldir. Men nú er hart tiltrongda útbyggingin byrjað, og verður væntandi liðug um eitt ár

Føroya Sjómansskúli er farin undir eina hart tiltrongda útbygging, sum væntandi verður liðug í august mánaða komandi ár.

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at fáa fíggjarliga grundarlagi fyri teirri alneyðugu útbyggingini upp á pláss.

Tað er nú eydnast, sigur stjórin á Føroya Sjómansskúla, Daniel Johan Poulsen.

Og so var einki at bíða við, uttan at fara í gongd beinanvegin.

Ein tilbygningur, 14 x 19 m, í trimum hæddum verður gjørdur niðan úr skúlanum.

Umframt verður tornið umvælt, og spildurnýggj brúgv gjørd í erva.

Daniel Johan Poulsen, stjóri, sigur, at í kjallaranum á útbygninginum verður øll ventilatiónsútgerðin umframt ein nýggjan radarsimulator, sum verður tikin í brúk komandi ár.

Í miðhæddini verða próvtøkuhøli umframt køk og kantinu.

Ovasta hæddin fer at hýsa ymsum serhølum, sigur Daniel Johan Poulsen.

Har verða til dømis ymsar teldustovur.

Ein sonevnd CBT stova verður til framkomna telduútgerð at nýta í navigatiónini, sigur stjórin. Hetta eru serlig forrit, sum brúkt verða í samband við ymsar venjingar.

Eisini fer ovasta hæddin at hýsa bókasvaninum.

Tað eyðkenda tornið á Føroya Sjómansskúla fer nú eisini at skifta ham.

Tronga snirðilstrappan, sum mangir næmingar hava slitið, verður tikin burtur og avloyst av eini trappu uttan á bygninginum.

Øll útgerðin verður tikin úr gamla bestikrúminum, sum so verður innrættað til verkætlanarstovu.

Og kæra, gamla stýrihúsið í erva fer heilt at skifta ham.

Har verður gjørd ein spildurnýggj, innilokað brúgv við veranda á tveimum síðum.

Og á hana verða sett øll tey nýggjastu navigatiónstólini, sum finnast.

Hetta er brúgvin, sum verður fíggjað við teimum pengunum, skúlin eftir umsókn fekk frá A. P. Møllergrunninum. Knappar 2,4 milliónir krónur.

Samlaði kostnaðurin fyri útbyggingina verður upp á 24 milliónir krónur.

Men tá verður skúlin eisini í so mikið góðum standi, sigur Daniel Johan Poulsen, stjóri, at hann nøktar tørvin í fleiri ár fram.

Tað eru føroyingar, sum gera arbeiðið. Høvusentreprenørur er P/F Byggitek, meðan aðrir føroyskir leverandørar standa fyri ymsum arbeiðum.

Til dømis hevur Tórshavnar Skipasmiðja gjørt stálkonstruktiónirnar, brúktar verða til tornið.