Føroya Stiftstjórn offur fyri telduhakkarum

Ein telduhakkari hevur fyri stuttum hakkað seg inn á heimasíðuna hjá Føroya Stiftstjórn, og hevur viðkomandi misnýtt heimasíðuna hjá Stiftstjórnini til ymiskt. Fleiri onnur virki eisini hava verið offur fyri slíkum

 

Fyri stuttum fekk Føroya Stiftstjórn ein hvøkk, tá tey varnaðust, at alt ruggaði ikki rætt inni á heimasíðuni hjá teimum á intertetinum. Ein telduhakkari hevði hakkað seg inn á heimasíðuna hjá Føroya Stiftstjórn, og út frá hesi heimasíðu hevði hann gjørt ymiskt, sum er strangliga bannað. Hakkarin sendi eitt skriv út, har hann nýtti nummar, adressu og pening hjá Føroya Stiftstjórn, har Føroya Stiftstjórn gav møguleikan at vinna fleiri mió. kr.

Í skrivinum stóð, at upprættar tú eina konto, og teknar tú teg sum lim hjá Føroya Stiftstjórn, hevur tú møguleikan at vinna stórar peningaupphæddir. Hakkarin hevði eisini lagt ymiskar ónærisligar myndir inn á heimasíðuna hjá Føroya Stiftstjórn. Hakkarin vildi ikki gera nakað heilt álvarsamt viðvíkjandi peningastuldri ella stuldri av privatum tilfari, men bert at snýta og nýta heimasíðuna hjá øðrum.

Elektron sigur, at hetta ikki er eitt ókent fyribrigdi, tí fleiri virkir hava verið úti fyri tí sama. T.d. kunnu nevnast Smyril Line, Telefonverkið, Formula og Elektron.

Føroya Stiftstjórn hevur syrgt fyri, at slíkt ikki endurtekur seg, og hava tey nú bøtt um trygdarviðurskiftini inni á internetinum.

Málið er ikki meldað til løgregluna.