Streymslit ger, at Føroya Tele sløkkir 4G LTE har streymslit er.
Orsøkin er, at bjargingarfólk og sløkkiliðsfólk mugu spara streym so tey fáa brúkt telefonirnar eina tíð aftrat, hóast eingin streymur er.
Tað boðaði Føroya Tele frá fyri løtu síðani.
Streymslit er í løtuni á Viðareiði, í pørtum av Klaksvíkini, á Sandoy, í Suðurstreymoy og í Suðureysturoy.
Sev veit ikki, nær tey fáa streymin aftur, tí sum nú er eru fleiri brek í skipanini og ikki er farandi út at gera nakað við støðuna.