Tað var ikki einans undirskrivan av sáttmála við nýggjar leikarar og hópurin annars, sum var á skránni, tá ið B36 hevði bjóðað til fundar sunnudagin. Eitt tað týdningarmiklasta málið á dagsskránni var undirskrivan av sáttmála við nýggjan høvuðsstuðul.
Seinastu tvey árini hevur Maersk Air verið høvuðsstuðul hjá B36, men hesin sáttmáli gongur út á nýggjárinum, og tá ið Maersk ikke longur flýgur til Føroya, var eingin meining í at fara undir samráðingar um at longja avtaluna.
Ungdómsarbeiðið avgerandi týdning
Nýggi høvuðsstuðulin hjá B36 eitur Føroya Tele, og tað fegnaðist B36-formaðurin Kristjan á Neystabø um, tí sum hann málbar seg, so er Føroya Tele ein tann mest modernaða og etableraða fyritøkan her á landi, og hann segði eisini, at Føroya Tele stóð ovast á ynskilistanum, tá ið nýggjur høvuðsstuðul skuldi finnast.
Richard Mortensen, marknaðarleiðari hjá Føroya Tele, var eisini glaður um avtaluna við B36. Hann segði millum annað, at Føroya Tele væntar sær nógv av samstarvinum við B36. Somuleiðis segði hann, at ein av høvuðsorsøkunum til, at Føroya Tele valdi at gera avtalu við júst B36, var tann, at havnarfelagið ger íløgur í framtíðina við sínum ungdómsarbeiði.
Avtalan millum B36 og Føroya Tele er galdandi fyri næstu tvey árini.