Føroya Tele telur skeivt

Er telefonrokning tín ov stór? Tað nýtist ikki at vera, tí at tú hevur tosað ov nógv. Brek er á takseringsskipanini hjá Føroya Tele, og tað hevur havt við sær, at summir brúkarar hava goldið okursprís farna hálva árið.

Brek á takseringsskipanini hjá Føroya Tele hevur havt við sær, at føroyskir telefonfelagar í longri tíð hava goldið alt ov nógv fyri samrøður til føroyskar fartelefonir staddar uttanlands.

Hóast Føroya Tele varð gjørt varugt við trupulleikan, millum annað fyri trimum vikum síðan, hevur telefyritøkan ikki gjørt viðskiftafólk síni varug við brekið. Hetta hóast hugsandi er, at tað hevur havt við sær, at heilt nógv viðskiftafólk hava goldið ov stórar telefonrokningar farnu mánaðirnar - og kanska farnu árini, orsakað av brekinum.

Enn ikki stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, hevði fingið nakað at vita um brekið á takseringsskipanini, fyrr enn Sosialurin setti seg í samband við hann í gjár. Hetta hóast Føroya Tele longu fyri trimum vikum síðan gav tveimum brúkarum endurgjald tí teir høvdu goldið ov nógv í telefonrokning orsakað av brekinum við takseringsskipanini.

Nú kannar Føroya Tele, hvussu nógvir telefonfelagar hava goldið ov nógv orsakað av brekinum, og hvussu stórar upphæddir talan er um.


2000 krónur ov nógv

Sosialurin hevur fingið hendur í útgreinaðar telefonrokningar frá einum telefonfelaga, ið fyri stuttum fekk nærum tveytúsund krónur í endurgjaldi frá Føroya Tele. Hetta eru pengar, ið felagin hetta farna hálva árið hevur goldið ov nógv í telefonrokning vegna brekið í takseringsskipanini hjá Føroya Tele.

Telefonfelagin gjørdist sjálvur varugur við, at telefonrokningin var nakað stór, og bað tískil um at fáa útgreinaðar rokningar fyri farna hálva árið, har hvør einasta samrøða var skrásett.

Av hesum útgreinaðu rokningum sæst, at telefonfelagin hevur goldið okursprís, tá viðkomandi hevur ringt til føroyskar fartelefonir staddar uttanlands.

Sosialurin er vitandi um eitt annað dømi, har ein telefonfelagi hevur fingið yvir tveytúsund krónur í endurgjaldi vegna sama brek.


Feilurin

Ringir tú til eina føroyska GSM fartelefon, ið er stødd uttan fyri Føroyar, eigur tú kortini bert at gjalda vanligan telefontakst, ið er galdandi tá tú ringir til GSM fartelefonir í Føroyum.

Tann, ið eigur føroysku fartelefonina, skal so gjalda tað, ið tað kostar at ringja til landið, hann er staddur í.

Er fartelefonfelagin til dømis staddur í Englandi, og ein telefonfelagi í Føroyum ringir til hansara, skal fartelefonfelagin altso gjalda tann minutttakst, ið er galdandi millum Føroyar og England. Telefonfelagin, ið ringir, skal bert gjalda minutttakstin, ið vanliga er galdandi fyri samband við føroyskar fartelefonir.


Dupulttakserað uttanlandssamrøður

Men á útgreinaðu telefonrokningunum sæst, at tá telefonfelagin hevur ringt frá síni fastnet telefon til eina føroyska fartelefon í Svøríki, hevur hann bæði goldið vanligan GSM telefontakst og goldið galdandi minutttakst millum Føroyar og Svøríki.

Hesin takstur er 3 krónur og 95 oyru.

Ein telefonsamrøða til føroysku fartelefonina í Svøríki, ið vardi í 14 minuttir og 44 sekund átti bert at kosta felaganum 20 krónur og 63 oyru, men av tí at felagin eisini varð takseraður við minuttprísinum millum Føroyar og Svøríki, kostaði hendan samrøðan honum 78 krónur og 83 oyru, ella kr. 58,20 meira enn hon av røttum átti at kostað.

Tann, ið eigur viðkomandi føroysku fartelefon, ið varð stødd í Svøríki, hevur eisini goldið uttanlandstakstin á kr. 58,20. Talan er sostatt um at Føroya Tele hevur dupulttakserað hesa samrøðuna vegna brek á takseringsskipanini.


Eisini til Noregs

Hetta er bara eitt av dømunum um okurstaksering í útgreinaðu telefonrokningunum, ið Sosialurin hevur fingið í hendi.

Á somu telefonrokningum sæst, at tá sami felagi hevur ringt til eina føroyska fartelefon stadda í Noregi, er hann eisini blivin takseraður við minuttprísinum millum Føroyar og Noreg, so talan er ikki um ein trupulleika, ið bert kemur fyri í samrøðum til telefonir staddar í Svøríki.

Hinvegin er einki í útgreinaðu telefonrokningunum, ið bendir á, at yvirtaksering fer fram tá ringt verður til føroyskar fartelefonir í Danmark.


Stjórin visti einki

Stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, var ikki varugur við trupulleikan, tá Sosialurin ringdi til hann fyrrapartin í gjár.

Men eftir at hava kannað málið var tað greitt fyri stjóranum, at onnur í fyritøkuni vistu um og vóru í ferð við at kanna, hvussu umfatandi okurstakseringin av telefonfeløgum hevur verið.

? Vit kenna til trupulleikan við takseringsskipanini, men hetta er nýtt fyri okkum, og tí vita vit ikki, hvussu umfatandi trupulleikin er. Men tað er greitt, at dupulttaksering er farin fram í summum førum, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele.


Brekið enn ikki funnið

Sambært útgreinaðu telefonrokningunum, ið Sosialurin hevur fingið hendur á sæst, at trupulleikin við takseringsskipanini hevur havt við sær at dupulttaksering javnan er farin fram síðan fyrst í januar mánaði og heilt fram til endan á juli mánaði.

Longur aftur strekkja útgreinaðu rokningarnar seg ikki, og tí er væl hugsandi at hesin trupulleikin hevur kostað telefonfeløgum eyka í enn longri tíð.

Av Føroya Tele kundu tey í gjár ikki geva trygd fyri, at trupulleikin við dupulttakseringini er bastur sum er. Tí er hugsandi at telefonfelagar enn gjalda okursprís fyri samrøður við føroyskar fartelefonir, ið eru staddar uttanlands.

Stjórin á Føroya Tele torir tó at lova viðskiftafólkum sínum, at hava tey goldið ov nógv, so fáa tey peningin endurgodnan.

? Vit kunnu ikki liva við at vit hava sent fólki skeivar rokningar. Tað mugu vit fáa greiðu á og so rætta skeivleikaranar, segði Andras Róin, stjóri á Føroya Tele í gjár og vísti ikki aftur møguleikunum at senda útgreinaðar rokningar út til øll viðskiftafólkini, so tey sjálvi kunnu kanna, um tey hava goldið ov nógv fyri telefonsamrøður sínar.rt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.

Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.


Undirhaldandi

Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.

Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.

Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.

Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.

Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.


HB-NSÍ 2-5 (1-2)

1-0: Pætur Dahl 5.

1-1: Dánjal Hansen 30.

1-2: Sjúrður Jacobsen 44.

2-2: Bárður Mortansson 51.

2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.

2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen