Føroya Tele visti einki um grønlendskar kundar

Fyrr í dag skrivaði in.fo, at fleiri grønlendingar hava fingið sær telefonhald frá Føroya Tele fyri at fáa bíligari internet á telefonina. Føroysku prísinir eru ein triðingur av, hvat eitt tilsvarandi grønlendskt telefonhald kostar, og tað hevur gjørt Føroya Tele populert í Grønlandi. Men Føroya Tele sigur, at tey eru bilsin yvir at telefonhaldið hevur vakt ans millum grønlendingar.

 

 

“Vit hava aldrin marknaðarført hetta haldið aðrastaðni enn í Føroyum, og tí eri eg nakað bilsin um hetta”, sigur Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele við grønlendska tíðindamiðil, Sermitsiaq.ag.

 

 

Á heimasíðuni hjá Føroya Tele sæst, at kundar skulu hava bústað í Føroyum fyri at tekna hald. Vit kundu hugsa okkum at spurt Jan Ziskasen, hvussu nógvir grønlendingar hava tekna hald hjá Føroya Tele, og um tað er gjørligt at tekna hald, hóast man ikki hevur bústað í Føroyum. Vit kundu eisini hugsa okkum at spurt, um stjórin á Føroya Tele heldur tað vera problematiskt at Føroya Tele sum útlendsk fyritøka kemur inn á ein liberaliseraðan marknað í Grønlandi, men vegna feriu ber ikki til at fáa viðmerking frá Føroya Tele.

 

 

In.fo tekur málið upp aftur.