Føroya vakrasta stevna bara við kvinnum
Hetta vikuskiftið bjóða sandoyingar til stevnu á Sandi, sum er fyri alla familjuna, men har øll, sum føra fram, eru kvinnur og tað mann vera fyrstu ferð, at tað hendir.
Stevnan verður leygardagin og hon letur upp klokkan 13 og sjálvir siga sandoyingar, at tað er vakrasta stevnuøki í landinum.
Tey, sum fara at framføra eru Angela, sum hevur okkurt fyri børn, men annars eru tað Reverb, Lisa í Dali, Lív Næs, Evi, Carlsen systrarnar, Fríðbjørg Jensen, Elin Heinesen, Faroe5, Fríðhild Winther, Divaz, sum eru Malan, Laila og Anna Maria og at enda spælir Jonhild Andreasen Band í dansinum.
Men tey, sum fáa hug at røra seg, sleppa eisini til Zumba.
- Her fáa øll mannfólk høvi at vísa seg frá síni bestu síðu, og geva konuni, sentuni, ella mammuni eitt upplivils fyri summarið, saman við børnunum, siga fyrireikararnir á Sandi.
Teir siga eisini, at hava menninir hug at royna seg, verður ókeypis paintball til teir.
Umframt hetta, verður eisini ymiskt til børnini, eitt nú hoppiborg og skreiðiborg, traktorkoyring, rógving í ánni og andlitsmáling og tað er alt ókeypis, tá ið atgongumerkið til alla stevnuna er keypt.
Og sandingar siga, at kanska hava teir eisini ein jokara í ermuni, sum teir ikki hava spælt út enn.
Prísurin er yvirkomuligur, tí vaksin koma undir 375 krónur fyri alt tiltakið og børn undir 14 ár sleppa einum hundraðkrónuseðili. Men vil ein bara bera um dagin, ella ætlar ein sær bara í dans, er tað bíligari.
Fyrireikararnir leggja afturat, at tað er óneyðugt at dragsa mat og drekka við, tí alt fæst á staðnum.
Myndina hevur Eileen Sandá tikið av sandinum heima á Sandi, har stevnan verður