Tvær fjórðingsfinalur í donsku steypakappingini eru spældar, og tvær eru eftir at spæla. Tær báðar, sum eru eftir, eru á skránni sunnudagin 6. mars. Hetta verða fyrstu rættuligu dystirnir aftaná vetrarsteðgin. Annar dysturin er tann millum Fremad Amager og FCK. Sambært skránni eigur 1. deildarfelagið Fremad Amager heimavøll móti superligu liðnum. Vanliga verða heimadystirnir hjá Fremad Amager spældir í Sundby Idrætspark. Tíðliga í heyst vóru nakrir heimadystir hjá teimum spældir í Tårnby. Orsøkin var tann, at teir pussaðu eitt sindur upp í Sundby.
Nú hevur Fremad Amager gjørt av at skifta heimavøll í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Men hesa ferð verður talan ikki um at flyta til Tårnby. Heldur verður flutt í Parkina, har FCK vanliga spælir sínar heimadystir. At Fremad Amager flytir í Parkina ber í hesum førinum við sær, at FCK hesa einu ferðina verður á útivølli í Parkini! Tað kann ikki sigast annað, enn at talan verður um ítróttarligan fyrimun fyri FCK og tað mótsatta hjá Fremad Amager.
Høvuðsorsøkin, til at Fremad Amager ikki fer at spæla heimadystin í Sundby, er tann, at tað verður ikki roknað við, at vanligi heimavøllurin hjá teimum verður skikkaður at spæla á 6. mars. Tað verður ikki roknað við, at grasvøllurin verður nóg góður at spæla á so tíðliga á árinum. Í Parkini eru eingir trupulleikar hvat hesum viðvíkur, tí har er hiti undir grasinum.
Fremad Amager hevur leigað Parkina. Talan verður um eyka útreiðslur, men tað verður roknað við, at tær fara at koma innaftur í eyka inntøkum. Roknað verður við væl hægri áskoðaratali í Parkini, enn talið hevði havt verið, um dysturin hevði havt verið spældur í Sundby. Tað verður roknað við, at áskoðaratalið í Parkini 6. mars fer at verða eini fimtan túsund.
Eingin vissa
Tá ið tað varð greitt, at Fremad Amager og FCK skuldu hittast í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, varð nevnt, at talan fór at verða um uppgerð millum tvey feløg við føroyskum spælarum.
Alt bendir á, at Todi Jónsson eisini 6. mars fer at vera í FCK, og um alt gongur, sum tað verður vónað og roknað við, so verður Todi við í stríðnum um plássini í FCK álopinum.
Harafturímóti er tað meiri ivasamt, hvussu tað verður við føroyska íslettinum í Fremad Amager. Tá ið lutakastið var avgreitt, vóru tríggir føroyskir spælarar í felagnum. Síðani eru bæði Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør fluttir aftur til Føroya. Einasti føroyski spælarin, sum nú er í Fremad Amager, er Andrew av Fløtum. Sáttmálaskeiðið hjá honum á Amager verður liðugt á nýggjárinum. Enn er ikki greitt, um Andrew fer at halda fram í felagnum, um hann fer at flyta til okkurt annað felag í Danmark, ella um hann kanska fer at flyta aftur til Føroya og harvið gera sum hinir báðir, sum hava verið í Fremad Amager.