Fyri góðum trimum mánaðum síðani gjørdist greitt, at Føroyaflokkurin fór í dvala. Oddamaðurin í flokkinum, Hjalmar Zachariassen, ásannaði, at tað var ov orkukrevjandi at skipa ein politiskan flokk einsamallur, og innsavnignin av neyðugu undirskriftunum til at koma á vallistan til komandi løgtingsval tóktist vónleys.
Í staðin fór hann upp í ein annan nýstovnaðan flokk - Framtakið fyri rættinum at velja kannabis. Hann skuldi geva flokkinum politikk og var í eina tíð eitt av trimum valevnum í flokkinum.
Men fyrr í hesum mánaðinum frættist, at Hjalmar Zachariassen kortini ikki stillar upp fyri Framtakið.
Hann hevur tó ikki givið skarvin yvir, tí hann er nú farin aftur til gamla dreymin um at fáa Føroyaflokkin at blíva til veruleika. Fyri at bera flokkin á mál søkir Føroyaflokkurin eftir einum samskipara, sum kann hjálpa til við at savna 800 undirskriftir inn.
Tað stundar til val, og Hjalmar Zachariassen hevur nú meira skund enn nakrantíð at savna undirskriftirnar inn, so Føroyaflokkurin kann stilla upp til løgtingsvalið.
Føroyaflokkurin sigur seg arbeiða fyri meira frælsi, lægri skatti og minni skrivstovuveldi.
– Føroyaflokkurin er av tí fatan, at Føroyar skulu myndast av teimum 51.000 føroyingunum, ið búleikast her - og ikki av politikarum og teirra persónligu dagsskráum.