Nú aldarskiftið er farið aftur um bak, byrjar eisini nýggj skrá í Føroyahúsinum.
Ymiskt á skránni, hóast fíggjarstøðan ikki er so góð, sum vónað, og boðað hevur verið frá, at táttast má í.
Longu 8. januar byrjar skráin. Tá hevur kvinnubólkurin AGLOW fund.
Litir og skap
Mánadagin 10. januar klokkan 19 skipar Kvinnufelagið fyri almennum fundi: Litspælið uttanum okkum og boðskapurin í tí. Lone Spohr, litráðgevi og innandurðaarkitektur, grei-ðir frá litum og týdningi teirra. Litir og skap. Pløggini og lutir og litir heima senda út boð um teg og títt.
Atgongumerki kosta 40 krónur og øll eru vælkomin.
Fotoframsýning
Tann 10. januar hevur fotografurin Gundur Follend Mikkelsen framsýning við fotomyndum. Hetta eru persónslýsingar og sýningin heldur fram til 21. januar.
Talvfelagið skipar fyri talvkappingini Vár Jákup frá 10. januar til 23. mars.
William 100
Eisini í Keypmannahavn fara tey at gera burturúr, at skaldið Willim Heinesen var borin í heim fyri 100 árum síðani tann 15. januar. Á skránni er m.a. umrøða av skaldskapi Williams, sum bókmentafrøðingurin Bergur Hansen skipar fyri. Tóroddur Poulsen ber fram nýggjan ?William Heinesen tekst?. Sunleif Rasmussen umrøður tónlist Williams og spælir. Annika Johansen lesur upp. Kinna Poulsen umrøður list Williams og Anniks Hoydal umrøður yrkingarnar og spælir úr nýggju fløguni við tekstum hjá William Heinesen. Eisini verður bókaframsýning og møguliga luttekur manskór.