Føroyakvøld 1999 í Sjónleikarhúsinum

Átta týskvøld í juni, juli og august mánaða verða Føroyakvøld í Sjónleikarhúsinum við føroyskum dansi og framførslum á palli

Kunningarstovan hevur tikið stig til tiltakið og samstarvið við Havnar Sjónleikarfelag, sum leggur til rættis føroyskar mentanarskráir/undirhald til framførslu á palli.

Dansifeløgini Tøkum Lætt - Dansifelagið í Havn og Dansifelag Kaggans skipa fyri dansinum. Hvørt felag síni kvøld.

Hotel Føroyar, Hotel Hafnia og Rio Bravo bjóða serliga fiska buffet við stórum úrvali.

Tann fyrsta skráin hjá Havnar Sjónleikarfelag, verður við William Heinesen verkum burturav, 25-30 min. long, sett saman av Ega Dam, leikstjóra.

Málið á palli, hesi bæði fyrstu kvøldini, verður danskt/skandinaviskt/lutvíst enskt, men føroyskt verður eisini at hoyra.

Umframt at brúka nakað av tónleiki úr Tónleikamyndini »Tornið við heimsins enda« hava feðgarnir Ólavur Jacobsen og Flóvin E. Viderø gjørt nýggjan tónleik til hesa skránna, ið verður 15. juni og 22. juni. Teir báðir vera eisini við á pallinum til allar framførslurnar við guitarspæli, og arbeiða nú við at smíðja tónleik til næstu framførslurnar.

Tvær skráir verða gjørdar til tiltakið aftrat, arbeitt verður við verkum eftir eldri, men tó mest eftir okkara yngru høvundum.

Við í tiltakinum eru tilsamans 26 leikarar og onnur. B únarnar ifnna tey í stóru go vælskipaðu klædnagoymsluni sum Johanna Maria Djurhuus, sála, legði alla sína orku go skaparagleði í, og sum Karin Djurhuus nú umsitur fyri felagið.

Føroyakvøldini eru sett at vera 15.6., 22.6., 29.6., 6.7., 13.7., 20.7., 3.8., 10.8. og 17.8.

Atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni.