Føroyameistararnir og OyL-svimjararnir funnir

Svimjing: Fleiri nýggj føroysk met vórðu sett farna vikuskifti, tá FM-kappingarnar í svimjing vórðu avgreiddar. FM-kappingin var samstundis endaliga úttøkukappingin til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í juni-juli

Fleiri nýggj met vórðu sett í FM-kappingini seinasta vikuskifti.

Karin Gaardlykke úr Havnar Svimjifelag setti nýtt met í 400 m frí við tíðini 4.42.90. Hon setti eisini met í 800 frí við tíðini 09.50.89.

Metið í 400 frí, ið hevur staðið í 12 ár frá Oyggjaleikunum í 1989 í Føroyum, átti Durita D. Djurhuus.

Dia Jacobsen úr HS setti nýtt met í 100 firvald við tíðini 00.59.99, og í 100 rygg við tíðini 01.01.43.

Eivind Eysturoy úr HS setti nýtt met í 100 frí við tíðini 00.53.73, og í 50 firvald við tíðini 00.26.74.

Bogi Lenvig úr HS setti nýtt met í 200 frí við tíðini 01.58.63.

Havnar Svimjifelag setti nýtt met í 4 x 100 blandað fyri lið við tíðini 04.04.54 og í 4 x 200 frí fyri lið við tíðini 08.11.62.

Eisini Havnar Svimjifelag setti met í 4 x 100: Bogi Lenvig, Asbjørn Hansen, Dia Jacobsen, Eivind Eysturoy.

Og í liðsvimjingini 4 x 200: Bogi Lenvig, Heini Harryson, Kristoffur Hentze, Kristian Martin Joensen úr Havnar Svimjifelag.


Bólkamet

Hesi settu eisini bólkamet:

Karin Gaardlykke úr HS í 400 frí í bólki 5 við tíðini 04.42.90 (samstundis føroyskt met) og í 800 frí við tíðini 09.50.89 (eisini samstundis føroyskt met).

Jógvan Joensen úr HS setti met í bólki 4 í 100 bringu við tíðini 01.10.04 (gamla metið var frá 1987, og Høgni T. Hansen átti tað) og eisini bøtti hann metið í 200 bringu til tíðina 02.36.14.

Jóannes á Fløtti úr HS setti met í bólki 4 í 100 rygg við tíðini 01.05.90.

Bólkamet fyri liðsvimjingar vóru:

Havnar Svimjifelag í Bólki 4 ? 4 x 100 frí fyri lið við tíðini 04.33.80 og 4 x 200 frí fyri lið við tíðini 08.56.60

Svimjarnir í kapp. 12 og í 38: Jóannes á Fløtti, Atli Brix Andreassen, Eli Christiansen, Jógvan Joensen.


Ársins svimjarar

Fyri ídni, framgongd í svimjiárinum og sum tey eisini prógvaðu so staðiliga til FM 99 við at seta føroysk met vórðu hesi vald til ársins svimjarar:

Hjá kvinnum Karin Gaardlykke úr Havnar Svimjifelag, og hjá monnum Dia Jacobsen úr Havnar Svimjifelag.

Svimjarin, ið skoraði tað hægsta stigatalið eftir týsku point-skipanini var Eivind Eysturoy úr Havnar Svimjifelag í harðari kapping við Boga Lenvig og Dia Jacobsen, ið báðir høvdu 722 stig.

Ferðasteypið, ið til FM verður latið tí svimjaranum ið hevur hægsta stigatal, varð tí hesaferð handað Eivindi.

Í 50 firvaldasvimjing við tíðini 00.26.74 gav hetta eitt stigatal uppá 729.


Oyggjaleikalandsliðini

Menn:

Heini Rasmussen, Eivind Eysturoy, Kristoffur Hentze, Bogi Lenvig, Andrass Thomsen, Asbjørn Hansen, Kristian Martin Joensen, Jógvan Joensen, Dia Jacobsen, Heini Harryson og Hallur Stakksund ? allir úr Havnar Svimjifelag.


Kvinnur:

Shaila millum Garðarnar, Regitsa Thomsen úr Tvøroyrar Svimjifelag.

Karin Gaardlykke, Maiken Petersen og Rannvá Jacobsen úr Havnar Svimjifelag.