Føroyar í bólk við Sveis, Finland og Litava

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla móti Sveis, Finlandi og Litava í undankapping til HM

Í dag var lutakast til fyrsta umfar av undanspælinum til HM í kvinnuhondbólti, ið verður hildið í Japan í 2019. Vinnarin av hvørjum bólki, umframt besti tveyari í hesum fyrsta umfarið, spælir seg víðari til høvuðsundakappingina, eins og Føroyar gjørdu til EM fyrr í ár.

 

Føroyar kom í bólk tvey saman við Sveis, Litava og Finlandi.

 

Lutakastið hættaði seg soleiðis:

 

Bólkur 1

Slovakia

Kosovo

Ukraina

Ísrael

 

Bólkur 2

Sveis

Føroyar

Litava

Finland

 

Bólkur 3

Grikkaland

Portugal

Italia

Hvítarussland

 

Bólkur 4

Aserbadjan

Ísland

Makedonia

Turkaland