Seinnapartin í morgin letur framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík upp við verkum eftir Ingrid Møller. Ingrid Møller er donsk og fødd í 1959. Hon er útbúgvin teknari og grafikari á Skolen for Brugskunst í Keypmannahavn. Umframt hevur hon gingið á Århus Kunstakademi og Den Grafiske Skole í Århus.
Ingrid Møller hevur fleiri ferðir vitjað í Føroyum og seinast búði hon í eitt ár í Havn, har hon arbeiddi sum grafikari. Hon hevur sýnt list fram í Smiðjuni fyrr, somuleiðis í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, og í Det Islandske Hus, umframt í fleiri listafeløgum.
Um seg sjálva sigur Ingrid Møller:
- Tað hevur leingi verið ein dreymur hjá mær at síggja vøkru oyggjarnar aftur, høgt ímóti norðri. Eitt stað eg ofta komi aftur til í huganum, og nú er dreymurin vorðin veruleiki. Fýra vikur á hesum vindblástu oyggjunum. Luftin, ljósið, havið og fjallið. Ein náttúra sum bergtekur og gevur íblástur fyri eyga og sinn. Sterk inntrykk eg royni at vísa í mínum myndum.
- Eg gleði meg at vitja kend støð aftur og at síggja gamlar vinir aftur. Eg havi eina serliga tøkk til Guðrið Poulsen, sum hevur lænt mær sítt verkstað, so tað hevur verið mær møguligt at arbeiða.
Á framsýningini, sum eitur "Et gensyn", verður høvi at síggja, hvat er komið burtur úr vitjanini í Føroyum hesa ferð. Framsýningin fatar um akrylmálningar, myndir úr silki, oljukritsmyndir og vatnlitsmyndir. Myndirnar eru lutvíst gjørdar í Føroyum og á verkstaði Ingridar í Danmark.
Framsýningin verður opin til 29. juni.