Víðari, politikararnir gera einki fyri, at fólkið kemur heimaftur, tí vitanarsamfelagið, gransking og vælferðarsamfelagið sum heild er ov lítið virt og ikki livir upp til tey lond, haðani hesi koma við góðum og gevandi førningi. – Og so er lønin ov lítil, verður oftast lagt afturat.
Eingin ivi er um, at nakað er rætt í hesum útsagnum, tí avmarkað er, hvussu eksportinntøkurnar og harvið samfelagsinntøkurnar kunnu økjast, og sum onkur nú helst vil siga, nú vit “bara” hava fiskin á at líta, og vitanarsamfelagið ikki liggur á hægri støði!
22túsund tons óviðgjørd
Ísland, okkara næstu grannar, hava havt fiskin, sum størstu útflutningsvøru við meiri enn 60 prosentum av heildarútflutninginum, og nú eftir kreppuna siga kønir búskapar- og samfelagsfrøðingar, er fiskurin avgerandi tátturin fyri Ísland.
Føroyska heildarútflutningsvirðið var í 2007 4,022 mia. krónur. Av hesum vóru 136 mió. annað enn fiskur og 93. mió. krónur skip.
Hetta sigur okkum, sum ikki er nakað nýtt, at føroyski fiskaútflutningurin ríður um 95% av heildarútflutninginum, ímóti íslendska heildarútflutninginum uppá stívliga 60 prosent.
22túsund tons av fiski fara óviðgjørd av landinum. Hetta kundi givið, um vøran varð víðari viðgjørd eitt stað millum 50 og 100 mió. krónur í tímalønum umframt drúgvar avleiddar lønir og inntøkur.
Umráðandi at selja frameiðsluna
So langt, sum fyri meiri enn 100 árum síðani sóu danir, sum tá dyrkaðu og úfluttu korn - ofta var lítið korn eftir til kýrnar so nógv av fænum doyði um vetrarnar - at tað ráddi um at fáa fatur á bíligum korni úr útheimi, og so “hvølva” korn í kýrnar, so hesar kundu framleiða kjøt, mjólk, smør og ost, samstundis sum flogfeðnaðurin fekst at verpa fleiri egg og at kjøtið her eisini kundi útflytast. – Hetta skapti í sínari tíð succeslandbúnaðarlandið Danmark.
Eitt var at framleiða vørurnar, annað at selja og útflyta tær. Orsøkin til, at danir næstu 20 árini fram til fyrsta veraldarbardaga fingu “vind í seglini” og at hetta gjørdist ein sólskinssøga var, at eitt stórt lið av sølufólki, við bæði mál- og mentanarførleika, varð sett sett. – Kanska er tað troystasleyst at taka 100 ára gamalt dømi fram.
Til at selja okkara fisk við virði av umleið 4 milliardum krónum av fiski hava vit einar 15 til 20 seljarar, hetta talið av seljarum kann næstan sammetast við eina vala kjallaraforrætning í høvuðsstaðnum.
Ungar seljarar við mál og mentan
Latið okkum tí brúka komandi árini til at senda okkara ungdóm út í onnur lond at útbúgva seg sum seljarar. Vit hava hópin av fólki, sum hava útbúgving í enskum, týskum, fronskum og sponskum, og sum kundu lært mentanarmunir í útheimi og fingið holla útbúgving í søluarbeiði, so sum marknaðarkanning og marknaðarføring.
Latið okkum virka fyri, at fleiri ung, entusiastisk fólk koma heimaftur við enn betri málførleika og hollari vitan um mentanarmunir á altjóða sølumarknaðum, sum veruliga kunna tilføra okkara samfelag nakað, sum kann geva pening til privatu fyritøkurnar, sum aftur kunnu kasta av sær til gransking og vitanarsamfelagið.
Vit eiga at leggja okkum í geyma, um føroyskar vørur skulu inn í útelndskar handlar, fiskur so væl sum aðrar vørur, skal onkur vøra út av hillini fyri at geva pláss. Tá onkur vøra fer út, standa 30 nýggir seljarar klárir, fyri at fáa sínar vørur inn. Tí skal eitt drúgvt, hart og samanhangandi arbeiði útinnast fyri at fáa vørurnar inn og ikki minst fyri at varðveita marknaðin.
So Føroyar hava brúk fyri internationalum, vælútbúnum, entusiastiskum ungum seljarum við góðum mál- og mentanarførleika, fyri at fáa allar aðrar tættir á hægri støði. Vit fáa ikki meiri úr lands- og kommunukassum, enn vit gjalda inn!