Sum royndur politikari gjøgnum fleiri ár og sum eygleiðari av tí rikna politikkin hevur Tummas Arabo sjálvandi gjørt sær sínar tankar um støðuna í Føroyum í dag.
Hann er eisini rættiliga avgjørdur, tá vit spyrja, hvat hann heldur um politikkin, sum samgongan rekur. Tað er ov lítið til av samshaldsføstum politikki í Føroyum í dag.
-Tíanverri síggja vit, at tað, sum samgongan sigur og ger, er reinur fólkaflokspolitikkur. Tað hevur eydnast at binda tjóðveldið uppá tjóðskaparspurningin, har flokkurin situr sera heftur, meðan fólkaflokkurin so kann stýra restini. Eg dugi bara at síggja ein flokk, sum í dag rekur samhaldsfastan politikk, og tað er Javnaðarflokkurin, sum í veruleikanum fær meira samhaldsfastan politikk ígjøgnum enn tjóðveldisflokkurin, sum situr í samgongu.
Tummas Arabo sigur, at uppgávan hjá nýggju nevndini í Norðstreymoyar Javnaðarfelag verður at skipa fyri kunnandi fundum, minst einum um mánaðin. Fyrsti fundurin í eini røð varð hildin á Oyrabakka í gjárkvøldið saman við Eysturoyar Javnaðarfelag.
Tummas Arabo heldur tað vera sera týdningarmikið, at man fær at vita, hvat tey ymsu fólkini í valdøminum meina um tey ymsu málini - samtíðis sum tingmenn og leiðsla í flokkinum koma við sínum boðum. Sjálvur leggur hann alstóran dent á dialogin og orðaskiftið og sigur seg vóna, at tað ber til at fáa eitt meira breitt orðaskifti fram í øllum politiskum flokkum eins og á tingi og í fjølmiðlunum. -Eg haldi tað er sera týdningarmikið fyri demokratisku prosessina, at slíkir fundir verða hildnir og umrøddir í pressuni og har eisini fáa eitt mótspæl.
Fyrrverandi tingmaður og landsstýrismaðurin sigur seg hava fylgt væl við politisku og samfelagsligu gongdini, síðani seinasta val. Hann dylur ikki misnøgd sína við, at tjóðskaparmálið skúgvar onnur týðandi samfelagsmál til viks.
-Allur okkara pensiónspolitikkur er við at fara í knús, tí gingið verður burtur frá tí samhaldsfasta prinsippinum. Tá talan er um eftirløn og pensiónir og annað, sum bleiv steðgað í 93, so líkist tað ongum, at man skal vera á einum hungursmarki um somu tíð sum restin av samfelagnum hevur tað gott. Vit eru í einum hákonjunkturi í løtuni, sum eitt nú pensionistarnir einki fáa burtur úr. Tað er einki minni en skomm.
Tummas Arabo kennir seg eisini sera vónsviknan av tí samferðslupolitikkinum, sum rikin verður. Tað er m.a. einki samhaldsfast í tí samferðslupolitikki, sum Finnbogi Arge hevur lagt fram, og har alt skal betala seg heldur hann fyri.
-Tú skal betala fyri, at tú livir burtur frá sentrum í Føroyum. Tað hevur ongantíð verið ein samferðslupolitikkur, sum føroyingar hava gingið inn fyri.
Nýggi formaðurin í Norðstreymoyar Javnaðarfelag heldur tað tí vera nógv at halda fundir um. Og her er tað ikki minst talan um ein tann mest týðandi spurningin nú í summar og út móti hesyti, nevniliga tjóðskaparspurngurin og hvat har kemur burtur úr.
Breiða semja
Sjálvur heldur Tummas Arabo, at tað í Føroyum í dag eru tríggir flokkar, sum hava sjálvstýri sum mál: Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin.
-Veruleikin er so tann, at tað hesir flokkar eru ósamdir um, er, hvussu man røkkur hesum málinum. Allir tríggir flokkar hava hvør sína resept, og eftir míni meting átti tað at borið til at samansjóva hesar og gjørt eitt kompromi um tingini og ikki minst mátan, hvussu hetta mál skal røkkast.
Sjálvur ber Tummas Arabo ótta fyri, hvat fer at henda, um Tjóðveldisflokkurin er ov millitantur. -Verður Tjóðveldisflokkurin ov millitantur í sínum framferðarhátti, so kemur sakin at detta á gólvið, og tað verður ótrúliga spell fyri okkum, sum hava virkað á sjálvstýrisleið alla okkara tíð. Javnaðarflokkurin hevur jú verið tann, sum hevur verið við til at tikið tey sjálvstýrisstigini, ið eru tikin. Tað verður sera harmiligt, um eitt heilt valskeið skal fara aftur um bak og einki hendir á hesum øki.
-Hvat sipar tú til, tá tú brúka orðið millitant um Tjóðveldisflokkin?
-Tá eg brúki hatta orðið, so meini eg, at tað er so nógvur tvingsul í teimum tankum, sum liggja til grund fyri fullveldinum. Og tað eri eg ikki sørt bangin fyri. Tjóðveldisflokkurin ætlar at fáa eina avtalu við Danmark, har man eftir t.d. tíggju árum - uttan mun til hvussu gongdin verður í samfelagnum annars - skal skera tey peningaligu sambondini burtur. Ístaðin fyri at man sigur, at løgtingið, sum verður valt 4. hvørt ár og framtíðar tinglimir kunnu gera av, hvussu langt man skal ganga á sjálvstýrisleið.
Tummas Arabo sigur, at tað, ið man kann vera bangin fyri í sambandi við sjálvstýrispolitikkin, er, at tað verður strammað so nógv, at fólkið flytur. -Eg havi í míni tíð upplivað tvær fólkaflytingar úr Føroyum. Tann fyrra var í 50-unum, tá livilíkindini vóru betur rundan um okkum. Tann seinna var í 90-unum. Tað unga fólkið, sum skal halda samfelagnum uppi, letur sær ikki lynda at arbeiða undir munandi verri treytum í Føroyum, enn tey kunnu fáa aðrastaðni.
-Nú hevur Tjóðveldisflokkurin eitt ítøkiligt uppskot um fullveldi. Fellur hetta uppskotið kann so ikki roknast við, at tað verður Javnaðarflokkurin ,sum fær skyldina?
-Javnaðarflokkurin hevur spælt út og sigur, at man vil gera ein sáttmála við Danmark, har man bestemmar ferðina, hvussu langa tíð man skal brúka til at loysa. Vit vilja loysa við skili og ikki fyri ein hvønn prís. Sjálvur haldi eg ikki, at flokkarnir eru so ósamdir um sjálvan hugburðin.
Tummas Arabo heldur annars , at landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum kennir seg tvingaðan at koyra so hart á fyri fullveldinum fyri at liva upp til krøvini hjá teimum tjóðskaparsinnaðu í flokkinum, sum vilja leggja alt annað til síðis til frama fyri tjóðskaparmálið.
-Hanus Andreassen, rithøvundi hevði eina grein í Sosialinum nú um dagarnar, har hann mælti til, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin royna at finna saman í framtíðar politikkinum. Hvat hevur tú at siga til tað?
-Eg vil fara eitt sindur longur og siga, at í tjóðskaparspurninginum eiga fyrst og fremst Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin at møtast og hareftir eisini fólkaflokkurin. Tað er ikki ráðiligt at fara út í nakrar stórar avgerðir, sum skulu galda fyri alla framtíð, um tú ikki hevur ein rímuliga breiðan meiriluta aftanfyri teg. Tí haldi eg, at hesir tríggir flokkarnir áttu at komið til eina semju saman um mátan at gera tað uppá.
Upplýsingar heldur enn niðurstøður
Tummas Arabo bíðar nú eftir, at landsstýrið skal koma við tilfari frá teimum ymsu arbeiðsbólkunum. Sjálvur ivast hann stórliga í, um alt tilfarið, sum landsstýrið kemur við, verður objektivt. -Tá hugsað verður um samferðslufrágreiðingina, sum landsstýrið er komið við, so er lítið gott í væntu. Tann frágreiðingin var ikki nóg góð. Hon lýsti ikki samferðslu í Føroyum men nøkur stór projekt, sum hvørt sær kunnu vera áhugaverd.
Og verður hetta støðið í teimum frágreiðingum, sum nú skulu koma um sjálvstýrismálið, so má eg siga, at hetta ikki er nøktandi. Søguligi parturin av samferðslufrágreiðingini var heldur ikki nógv góður. Kanst tú ikki siga sannleikan um fortíðini, hvussu kanst tú so siga sannleikan um framtíðina!
Hesa vikuna verða tvey stór aðalorðaskifti á tingi, annað um kommunalpolitikk og hitt um almannamál. Tummas Arabo heldur sjálvur, at løgmaður hevur víst seg at duga at handfara kommunumálið sera skilagott. -Eg haldi annars, at Anfinn Kallsberg hevur víst seg at vera bæði dugnaligan og diplomatiskan, tá hann er farin í gongd við nakað. Tað sær eisini út til, at tá hann fer í gongd við uppgávurnar, so loysir hann tær. Fullveldið hevur hann ikki úttalað seg beinleiðis um enn, og eg trúgvi eisini, at tá hann hevur tilfarið á borðinum, so fer hann at royna at finna fram til eina semju, soleiðis at hann kann hava eitt breitt grundarlag, tá hann fer til Danmarkar at samráðast.
-Kennir tú teg tryggan við, at tað er Høgni Hoydal, sum umsitur sjálvstýrismálini?
-Tað geri eg fyri so vítt, tí hann tykist at vera skilagóður. Men tað, sum er trupulleikin, er tann, at lívsroyndirnar eru kanska ikki tær nógvu. Og tað, sum verri er, er, at hann eins og fleiri onnur merktu ikki kreppuna so hart, meðan vit, sum sótu mitt í øllum trupulleikunum, ræðast, um fiskurin hvørvur og vit skulu uppliva eina líknandi støðu. Kreppan hvarv, tí fiskurin kom aftur. Og hvørvur fiskurin enn einaferð, so fáa vit aftur eina kreppu.
Sjálvur heldur Tummas Arabo, at Høgni Hoydal, Anfinn Kallsberg og formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard áttu at kunnað funnið eina semju í tjóðskaparspurninginum. -Eg veit og eri eisini fullvísur í, at vit í Jóannes Eidesgaard eiga ein formann, sum eins og Anfinn Kallsberg hevur stór diplomatisk evni. Eg vil fara so langt sum at siga, at skal nakað skilagott koma burtur úr tjóðskaparspurninginum, so eru tað hesir tríggir persónarnir, sum mugu seta seg saman og finna eina breiða loysn. Tað nyttar ikki, um ein av flokkurin bara vil tvíhalda um sína egnu loysn.
Tummas Arabo heldur tað vera sera spell, um eitt heilt valskeið skal fara og einki hendir í tjóðskaparmálinum. Tá kann tað koma at merkja eitt stórt afturstig fyri alla tjóðskaparrørsluna og leggur aftrat:
-Tjóðveldisflokkurin sigur, at tað er bert henda eina loysnin, og tað er tann loysn, sum hann gongur inn fyri. Skuldu javnaðarfólk kent seg tvingað til at taka undir fullveldismodellinum, ja so vóru tey tjóðveldisfólk.
Javnaðarrørslan byggir ikki fyrst og fremst á nationalismu. Tað ger Tjóðveldisflokkurin. Vit byggja á samhaldsfastan politikk, og so hava vit nationalismuna aftrat. Tað er í veruleikanum munurin á flokkunum.
Tummas Arabo bíðar nú spentur eftir Hvítbókini. -Minstakravið eg vil seta til tilfarið er, at vit fáa nógvar konkretar og vælundirbygdar upplýsingar. Niðurstøðurnar kunnu teir halda fyri seg sjálvar. Tað er ein tendensur til at leggja slíkt inn í matematisk modell, og tey kanst tú fáa at siga, hvat tú vil. Tí meini eg ikki, at samgongan skal gera niðurstøður fyri restina av fólkinum. Leggið tilfarið á borðið, og skulu vit tá hugsa sjálvi.