Føroyar dumpaðu í Andorra

Tað endaði við málleysum javnleiki

Tað eru illa nøgdir føroyskir spælarar, sum eru á veg av vøllinum í Andorra. Máltalvan vísir 0-0, og síðsta korterið vóru tað bara tíggju føroyingar á vøllinum, eftir at Jóan Símun Edmundsson hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð og harvið noyddist av vøllinum.

 

Í fyrra hálvleiki vóru fleiri støður, tá ið tað vóru møguleikar at skjóta mál, men føroysku spælararnir tóku ikki av.

Eftir steðgin var tað bara í einari støðu, at tað var vandamikið frammanfyri málið hjá heimamonnum. Tað var í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Sølvi Vatnhamar legði við frísparki innfyri av miðstrikuni í høgru. Hallur Hansson var púra leysur við handara stólpa, tá ið hann tveitti seg fram og stútaði, men bólturin fór væl omanfyri heimamálið.

 

Heimaliðið spældi ógvuliga kontant, og føroysku spælararnir duttu í ta grøvina, at teir longu frá fyrsta bríksli lótu seg órógva av hugburðinum og atburðinum hjá mótsstøðumonnunum.

 

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð sást tað, at heimamenninir vóru nøgdir við máleysa javnleikin og fyrsta stigið í hesi undankappingini, meðan føroysku spælararnir vóru vónbrotnir og misnøgdir, hóast teir nú hava fimm stig.

Føroyska liðið hevði ætlað sær øll stigini, men serliga í seinna hálvleiki gekk tað ógvuliga illa at vinna seg fram til upplagdar málmøguleikar.

 

Andorra-Føroyar 0-0

Andorra: Josep Gomes – Chus Rubio (Marc Garcia, 46.), Max Llovera, Ildefons Lima, Moisés San Nicolás – Marc Pujol (Alex Martínez, 54.), Marc Vales – Jordi Rubio (Ludovic Clemente, 77.), Marcio Vieira, Cristian Martínez – Jordi Aláez

Gult kort: Jordi Rubio 11., Marcio Vieira 40., Ildefons Lima 90., Marc Garcia 93., Moisés San Nicolás 93. 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ferran Pol, Marc Rebés, Emili Garcia, Sergi Moreno

Venjari: Koldo Alvarez

Føroyar: Gunnar Nielsen, 38/0, FH Ísland  – Jónas Þór Næs, 49/0, ÍBV Ísland, Atli Gregersen, 36/0, Víkingur, Jóhan Troest Davidsen, 34/0, HB, Viljormur Davidsen, 18/0, Vejle BK Danmark – Sølvi Vatnhamar, 16/1, Víkingur, Hallur Hansson, 27/3, AC Horsens Danmark – Kaj Leo í Bartalsstovu, 10/0, ÍBV Ísland (Bárður J. Hansen, 5/0, NSÍ, 70.) Jóan Símun Edmundsson, 41/5, OB Danmark, Gilli Rólantsson, 15/0, Brann Noreg (Pól Jóhannus Justinussen, 25/0, NSÍ, 82.) – Páll A. Klettskarð, 14/0, KÍ

Gult kort: Jóan Símun Edmundsson 9., Viljormur Davidsen 51.

Reytt kort: Jóan Símun Edmundsson 74. (tvey gul kort)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun Rógvi Hansen, 0/0, NSÍ, Teitur M. Gestsson, 1/0, HB, Odmar Færø, 15/0, B36, Rógvi Baldvinsson, 24/2, Bryne Noreg, Hørður Askham, 0/0, KÍ, Jóannes Bjartalíð, 0/0, KÍ, Klæmint A. Olsen, 8/0, NSÍ

Venjari: Lars Olsen

Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen

 

LIÐUGT

0-0

 

93) 0-0

Bárður J. Hansen verður feldur í gjøgnumbroti, men einki spyrst burturúr innlegginum hjá Sølva Vatnhamar.

 

Fýra minuttir lagdir aftrat.

 

90) 0-0

Bárður J. Hansen verður feldur óregluliga í høgru. Sølvi Vatnhamar leggur innfyri, og Hallur Hansson stútar úr fínari støðu væl omanfyri málið.

 

89) 0-0

Páll A. Klettskarð fer um koll á miðstrikuni í vinstru. Viljormur Davidsen leggur innfyri, men tað verður dømt fyri rangstøðu.

 

88) 0-0

Bólturin verður lagdur innfyri og fer dygst framvið handara stólpan aftanfyri Gunnar Nielsen.

 

87) 0-0

Andorra tiltuskar sær fríspark í góðari støðu í høgru. Viljormur Davidsen taklaði óregluliga.

 

86) 0-0

Andorra tiltuskar sær horna í høgru. Bólturin fer væl omanfyri føroyska málið.

 

85) 0-0

Føroyskt fríspark á miðstrikuni eftir ólógliga takling ímóti Halli Hansson.

 

83) 0-0

Andorra pressar, og tað eru fleiri vandamiklar støður í føroyska brotsteiginum.

 

81) 0-0

Pól Jóhannus Justinussen verður skiftur inn, og Gilli Rólantsson fer av vøllinum.

 

79) 0-0

Andorra tiltuskar sær horna í vinstru. Gunnar Nielsen missir bóltin, og tað endar við nýggjum hornasparki.

 

78) 0-0

Andorra tiltuskar sær fríspark miðskeiðir á føroysku hálvuni.

 

77) 0-0

Andorra skiftur út: Jordi Rubio fer av vøllinum, og Clemente verður settur á vøllin. Andorra spennir álopsbogan.

 

74) 0-0

REYTT KORT. Jóan Símun Edmundsson sær gult, tí dómarin metir, at hann roynir at filma seg til fríspark. Harvið verður hann vístur av vøllinum við tveimum gulum kortum.

 

70) 0-0

Føroyar skifta út: Bárður J. Hansen loysir Kaj Leo í Bartalsstovu av.

 

69) 0-0

Nú var um reppið, at tað eydnaðist Jóan Símuni Edmundsson at stinga bóltin millum miðverjarnar og fram til Páll A. Klettskarð.

67) 0-0

Hóast føroyingarnir eru meiri á bóltinum, so er tað ikki talan um nakað trýst á heimamálið.

 

65) 0-0

Jóhan Troest Davidsen liggur á vøllinum eftir samanbrest við mótstøðumann, sum eisini liggur á vøllinum. Odmar Færø hitar upp.

 

63) 0-0

Gott føroyskt uppspæl í høgru eftir, at uppspælið var sera tolið.

 

61) 0-0

Umframt Pól Jóhannus Justinussen hitar eisini Bárður J. Hansen upp.

 

60) 0-0

Andorra tiltuskar sær horna í vinstru. Bólturin fer út til málspark í hinum borðinum. Andorra møguleikin stóðst av, at Hallur Hansson misti í uppspælinum í høgru.

 

55) 0-0

Føroysku spælararnir hava nú betri tak á samanspælinum.

 

54) 0-0

Fríspark til Føroyar í vinstru.

Pujol fer at vøllinum, og í hansara stað verður settur Alex Martínez.

 

51) 0-0

GULT KORT. Viljormur Davidsen fyri fríspark aftarlaga í vinstru. Vandamikil støða, men Gunnar Nielsen er hægstur, tá ið tað verður lagt innfyri. Innkast til Andorra í vinstru.

 

50) 0-0

Nú var steðgur í ein minutt, tí ein av heimamonnunum lá á vøllinum.

 

49) 0-0

Føroyska liðið er kanska eitt vet meiri verjukent. Tað ræður um at fáa mótstøðumenninar meiri úr verjustøðu, enn tað hevur verið higartil.

 

47) 0-0

Heimamenninir dølla sær beinanvegin í sambandi við deyðbóltsstøðu.

 

46) 0-0

Eftir innlegg úr høgru heilfluktar C. Martínez, men bólturin fer ein metur við síðuna av málinum.

 

46) 0-0

Andorra skiftir út. Chur Rubio kemur ikki á vøllin eftir steðgin. Í hansara stað verður settur Marc Garcia.

 

---

Tað er farið at skýma, nú teir fyrireika seg til seinna hálvleik í Andorra. Ljósini kring vøllin eru tendrað. Tey eru ikki av sama slag og styrki, sum tey eru, ið eru kring føroyska heimavøllin.

Føroyingar hava spælt seg til fýra møguleikar, sum vóru so stórir, at teir kundu havt borið mál við sær.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Heimaliðið døllar og døllar sær, og føroysku spælararnir skulu ansa eftir og verða tilvitaðir um, at teir ikki leypa framav.

Føroyar hava havt bóltin 59 prosent av tíðini í fyrra hálvleiki.

 

Ein minuttir lagdur aftrat.

 

45) 0-0

Føroyskt horna í vinstru, men einki spyrst burturúr.

 

44) 0-0

Heimaliðið er meistari fyri nógvum ónollum. Avbjóðingin hjá føroyingunum er at halda høvdið kalt.

 

42) 0-0

Risa føroyskur møguleiki í høgru, sum endar við at Jóan Símun Edmundsson leggur innfyri úr høgru. Andorra fer í skjótt mótálop, men teir eru tveir ímóti fimm, og tað spyrst einki burturúr.

 

41) 0-0

Ófantaligt fríspark ímóti Jóan Símuni Edmundssyni.

 

39) 0-0

GULT KORT. M. Vieira fyri fríspark ímóti Kaj Leo í Bartalsstovu, tá ið hann sneiðir tann triðja spælaran av.

 

38 0-0

Møguleikin hjá Jóan Símun Edmundssyni var tann størsti higartil. Tað kennist sum um, at føroyska liðið er um at fáa tak á spælinum.

 

36) 0-0

Jóan Símun Edmundsson strýkur avstað úr egnum brotsteigi, framvið tveimum mótstøðumonnum og inn í mótstøðubrotsteigin, áðrenn hann roynir seg, men málverjin hálvbjargar, áðrenn Jóan Símun leggur innfyri úr høgru. Tá spyrst einki burturúr.

 

35) 0-0

Andorra tiltuskar sær horna í høgru.

 

33) 0-0

Gilli Rólantsson tveitir langt úr vinstru, og tað er heilt spennandi dygst undir málinum, áðrenn tað endar við málsparki. Páll A. Klettskarð órógvar verjuna.

 

32) 0-0

Heimamenninir hava hug at liggja ofta og leingi. Nú var tað eftir samanbrest við Jóhan Troest Davidsen, sum tó ikki gjørdi fríspark.

 

30) 0-0

Føroyar hava framvegis meiri og betri tak á bóltinum, men tað er ikki nóg góður friður á spælinum.

 

28) 0-0

Jóan Símun Edmundsson tiltuskar sær fríspark frammarlaga í vinstru. Atli Gregersen fær skot á úr stuttari fjarstøðu, men málverjin bjargar - ein góð roynd!

 

27) 0-0

Tað verður fluktað úr 25 metrum, men bólturin fer væl omanfyri føroyska málið.

 

25) 0-0

Dómarin bríkslar fyri frísparki til heimaliðið mitt á føroysku hálvuni. Frísparkið varð bríkslað ímóti Gilla Rólantssyni. Tað verður lagt í brotsteigin, men einki spyrst burturúr.

 

24) 0-0

Gili Rólantsson smekkar til úr stórari fjarstøðu, men tað verður blokerað til horna í høgru, sum Kaj Leo í Bartalsstovu tekur sær av. Dómarin bríkslar fyri frísparki ímóti Jóan Símuni Edmundsson.

 

23) 0-0

Føroyar hava higartil havt bóltin í 68 prosent av tíðini.

 

22) 0-0

Heimaliðið stingur væl fram ímillum miðverjarnar, og Gunnar Nielsen klárar akkurát á brotsteigarmarkinum at sparka burtur. Tað er fjáltur á føroyska liðnum.

 

21) 0-0

Jónas Tór Næs kastar langt inn úr høgru, men einki spyrst burturúr.

 

20) 0-0

Pól Jóhannus Justinussen hitar av álvara upp. Spurningurin er, um Lars Olsen umhugsar at skifta út - kanska Jóan Símun Edmundsson ella Gilla Rólantsson, sum hava verið í nærdystum.

 

18) 0-0

Eftir langt innkast frá Gilla Rólantsson í vinstru smekkar Jóan Símun til, tað verður blokerað til horna í høgru, Kaj Leo í Bartalsstovu tekur sær av tí, men einki spyrst burturúr innlegginum, og tað endar við málsparki.

 

16) 0-0

Jóan Símun Edmundsson er á vøllinum aftur, og nú er hann í samanbresti við mótstøðumann. Tað liggur enn eitt gult kort í luftini, og tað kennist órógvandi, tí Jóan Símun hevur longu sæð gula kortið.

 

14) 0-0

M. San Nicolás roynir seg, og Gunnar Nielsen bjargar.

 

13) 0-0

Jónas Tór Næs leggur væl innfyri úr høgru, og tað er um reppið, at Hallur Hansson fær høvdið á.

Jóan Símun Edmundsson stendur framvegis nakin yvirbeltið uttanfyri vøllin og við onkrum hvítum í nøsini fyri at steðga næsablóðinum.

 

11) 0-0

GULT KORT. Jordio Rubio fyri at fella Hall Hansson.

 

10) 0-0

Tað er eingin friður á spælinum, nú Føroyar eru undirmannaðar, tí Jóan Símun fær viðgerð og fyrireikar seg at lata seg í nýggja troyggju.

 

08) 0-0

GULT KORT: Jóan Símun Edmundsson, sum dómarin heldur filmar seg til fríspark, tá ið hann fer um koll heilt stutt úr málinum. Jóan Símun bløðir illa næsablóð.

 

07) 0-0

Andorra vinnur horna í vinstru, men Gunnar Nielsen er hægstur og tekur bóltin, tá ið lagt verður innfyri.

 

05) 0-0

Gilli Rólantsson er á markinum at leypa framav, og nú var aftur fríspark. Gili tykist sakleysur, men dómarin hevur longu eyguni eftir honum. Tað hongur longu eitt kort í luftini.

 

03) 0-0

Tað gingu tveir minuttir, áðrenn Andorra fyrstu ferð fekk fatur á bóltinum.

 

01) 0-0

Føroyar hava havt bóltin higartil. Gilli vinnur fríspark í vinstru og hevur hug at hevna seg. Hann sleppur undan gula kortinum.

 

00) 0-0

Pallurin er framúr. Tað eru høg og brøtt fjøll dygst við vøllin, og tað er hvítt alla staðni kring vøllin.

 

00) 0-0

Andorra vann lutakastið, og harvið er tað Páll A. Klettskarð, sum gevur bóltin upp.

 

00) 0-0

Nú ljóma tjóðsangirnir. Fyrst er tað Tú alfagra land mítt og so tann hjá Andorra.

Heimaliðið er í reyðum troyggjum, reyðum buksum og reyðum hosum.

 

00) 0-0

Atli Gregersen er liðformaður á føroyska liðnum.

 

00) 0-0

Føroysku spælararnir eru í hvítum troyggjum, hvítum buksum og hvítum hosum.

 

00) 0-0

Upphitingin er liðug, og spælararnir gera seg klárar at ganga inn á vøllin.

 

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Andorra, har Føroyar skulu spæla fyrsta landsdystin í 2017. Hetta er fimti dysturin hjá Føroyum í hesi HM undankappingini. Higartil hava Føroyar vunnið fýra stig við málmuninum 2-8. Úrslitini higartil hava verið Føroyar-Ungarn 0-0, Lettland-Føroyar 0-2, Føroyar-Portugal 0-6 og Sveis-Føroyar 2-0.

 

 

 

Sammett við 13. november í fjør, tá ið Føroyar taptu 2-0 í Sveis, er talan um fýra broytingar: Sonni Ragnar Nattestad, Fróði Benjaminsen, Brandur H. Olsen og Bárður Hansen eru ikki á liðnum. Í teirra stað eru Jónas Þór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Páll A. Klettskarð.

 

Millum teir fyrstu ellivu eru tað tríggir spælarar, sum hava skorað mál í landsdystum. Teir eru Sølvi Vatnhamar (1), Hallur Hansson (3) og Jóan Símun Edmundsson (5).

 

Tað er kavi í Andorra la Vella, men leikvøllurin er av tí gamla slagnum av graslíkisvøllum, sum eru væl kendir í Føroyum. Vøllurin er vátur, og hitastigini eru trý.

 

Dómarabólkurin er úr Bosnia Hersegovina. Ognjen Valjić er dómari, og hjálpardómarar eru Senad Ibrisimbegović og Sreten Udovičić.

 

Andorra-Føroyar klokkan 17.00

Andorra: Josep Gomes – Chus Rubio, Max Llovera, Ildefons Lima, Moisés San Nicolás – Marc Pujol, Marc Vales – Jordi Rubio, Marcio Vieira, Cristian Martínez – Jordi Aláez

Føroyar: Gunnar Nielsen, 37/0, FH Ísland  – Jónas Þór Næs, 48/0, ÍBV Ísland, Atli Gregersen, 35/0, Víkingur, Jóhan Troest Davidsen, 33/0, HB, Viljormur Davidsen, 17/0, Vejle BK Danmark – Sølvi Vatnhamar, 15/1, Víkingur, Hallur Hansson, 26/3, AC Horsens Danmark – Kaj Leo í Bartalsstovu, 9/0, ÍBV Ísland, Jóan Símun Edmundsson, 40/5, OB Danmark, Gilli Rólantsson, 14/0, Brann Noreg – Páll A. Klettskarð, 13/0, KÍ

Á beinkinum: Símun Rógvi Hansen, NSÍ, Teitur M. Gestsson, 1/0, HB, Odmar Færø, 15/0, B36, Pól Jóhannus Justinussen, 24/0, NSÍ, Bárður J. Hansen, 4/0, NSÍ, Rógvi Baldvinsson, 24/2, Bryne Noreg, Hørður Askham, 0/0, KÍ, Jóannes Bjartalíð, 0/0, KÍ, Klæmint A. Olsen, 8/0, NSÍ.