Føroyar ein stórur matvøruútflytari

Virkini á "tanganum", sum komu, fóru ? og komu aftur


Fiskivinna

Frostvirkið í Norðdepli taldist í sínari tíð millum tey virkir, ið negativar tungur vildu siga "lógu á hvørjum tanga". Onnur virkir undir sama orði vóru kanska virkini í Haldórsvík, Strondum, Nólsoy, Sandi og Hvalba ? bert fyri at nevna nøkur.
  "Vit kunnu ikki hava eitt fiskavirki á hvørjum tanga?" søgdu fólk. Kanska var hetta rætt, kanska ikki.
  Summi av nevndu virkjum høvdu longu undir kreppuni fyrst í nítiárunum mong ár á baki, og millum hesi taldust eitt nú Frostvirkið í Norðdepli og Víkarvirkið í Haldórsvík.
  Eitt av teimum smáu virkjunum ? helst tað minsta av øllum ? sum ikki er nevnt í hesum sambandi, men hevur hórað undan í øllum kreppum, er Norðurfisk í Árnafirði. Í sínari tíð seldi virkið ein fittan part av framleiðsluni á føroyska heimamarknaðinum, men tá ið vit fingu mvg?ið, varð hesin marknaður skerdur munandi, tí vøran gjørdist dýrari at keypa.

"Still going strong"

Øll hesi virkir eru framvegis til tann dag í dag og geva arbeiði til nógvar hendur ? um ikki øll til líka nógvar, sum í sínari tíð.
  Á Strondum og í Nólsoy fáast tey við laks og laksasmolt, men øll hini virkini eru "still going strong" við fiskaframleiðslu og eru grundarlagið undir gerandisdegnum og tilveruni hjá nógvum familjum.
  Føroyingar liva framvegis av fiski, og tí er kanska ikki so undarligt, at øll hesi virkir stungu seg upp.
  Hyggja vit at samlaða útflutningi Føroya seinasta ár, stava 99,6% frá fiskiídnaðinum.
  Ivamál kann tí ikki vera um, at tað framvegis er fiskurin, sum ber okkara samfelagi uppi.
  Onkur sær tað sum ræðandi, at okkara vinnulív er so nógv tengt at tí, sum upp úr havinum kemur; onnur ? og tíbetur mong ? eru erri av, at vit kunnu framleiða so nógvan mat út í heimin.
  Vit hava eitt eintáttað vinnulív, sum byggir á okkara livandi rávøru, ið við skaparans hjálp endurnýggjar seg á hvørjum ári. Men samstundis teljast vit millum tær tjóðir, sum framleiða størstu nøgdirnar av matvørum fyri hvønn íbúgva.
  Tað eiga vit at vera errin av.