Føroyar eisini við í komandi kanningum

10. - 13 september var granskarafundur um 9. floks kanningarnar komandi hildin í Føroyum

Granskarar úr 35 londum í Evropa savnaðust til fundar í Havn í døgunum 10.-13. september at leggja til rættis komandi kanningarnar í 9. flokki.
Talan er um tær sonevndu ESPAD-kanningarnar, European School Survey Project on Alchol and Other Drugs. Kanningarnar hava til endamáls at kanna hugburð og atburð mótvegis rúsdrekka, narkotika, tubakki og harðskapi. Hesar kanningar hava verið samskipaðar í Evropa síðan 1993.
Á hesum sinni var tað Deildin fyri Arbeiðs- og Almannheilsu og Fyribyrgingarráðið, sum í felag skipaðu fyri fundinum. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum heilsaði á samkomu í Listaskálanum gestunum vælkomnum.
Ráðstevnan varð hildin í fundarsalinum á Landssjúkrahúsinum. Niðurstøðan gjørdist, at vit aftur í mars 2006 eiga at gera samskipaðar kanningarnar um alt Evropa.
Ætlanin er, at Føroyar eisini skulu vera við í komandi kanningum. Slíkar kanningar hava verið gjørdar í Føroyum síðan 1989, soleiðis at vit nú hava eitt gott og rúgvismikið tilfar til at lýsa gongdina viðvíkjandi hesum vandamálum hjá ungdóminum, sigur Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fyribyrgingarrráðið í tíðindaskrivi.