Føroyar eitt pláss aftur

Fótbóltur: Skotar gera eitt rættiligt lop upp á nýggja FIFA-styrkilistanum

Triðju ferðina á rað ganga Føroyar aftur á FIFA-styrkislistanum.

Føroyska fótbóltslandsliðið dettur hesaferð eitt pláss niður eftir listanum, sum kemur eina ferð um mánaðin, so at Føroyar nú eru nummar 111 av 202 fótbóltstjóðum í heiminum.

Við árslok í fjør vóru Føroyar nummar 123, so talan er framvegis um eina framgongd upp á 14 pláss í hesum árinum.

Hinar smátjóðirnar í Europa eru framvegis aftanfyri Føroyar, men tær eru beint í hølunum. Malta er nummar 120, Luxembourg 122 og Liechtenstein 128. Andorra liggur nakað longri niðri á listanum sum nummar 148.

43 landsdystir síðani miðskeiðis í september eru tiknir við í nýggju uppgerðina hjá FIFA, og í hesum tíðarskeiðið hava Føroyar bara spælt ein dyst, og tað var tann í Prag í vikuskiftinum.


Skotar upp

Brasil er framvegis nummar á FIFA-listanum, og okkara mótstøðuliðið frá vikuskiftinum, Kekkia, er nummar 2 í heiminum, og framvegis tað sterkasta liðið í Europa. Heimsmeistararnir úr Frakland mugu taka til takkar við einum plássi beint aftanfyri kekkar.

Skotland, sum eisini var í okkara undanbólki til EM, tekur hesaferð eitt rættiligt lop upp eftir listanum. Teir vóru nummar 28, men eru nú nummar 20 í heiminum. Hetta lop skyldast góðu sigrarnar hjá skotum farnu tveir dystirnar.

Noreg er nú nummar 7 í heiminum, Svøríki nummar 14 og Danmark nummar 17. Ísland hevur tikið seg trý pláss fram og er nú nummar 47. Finland er nummar 52.