Føroyar og framtíðin
? Føroyar eru reyvin á fjórðu deild og skulu vit upp í elituna, verða vit noydd at taka okkum heilt alvorliga saman.
Tróndur Djurhuus, menningarleiðari á Føroya Tele, legði ikki fingrarnar ímillum á flokstingi tjóðveldisfloksins í Sumba um vikuskiftið.
Opinskáraður og bersøgin segði hann sína meining, tá ið hann var biðin um at halda fyrilestur um, hvar Føroyar skuldi vera í alheimsgerðini.
? Tað er alt annað enn sjálvsagt, at Føroyar fara at menna seg. Í veruleikanum hevur tað ongantíð verið so lítið sjálvsagt, sum nú.
Hann er bangin fyri, at støðan í Suðuroynni er ikki annað enn ein forsmakkur uppá, hvat kemur at henda í øllum Føroyum, taka vit okkum ikki heilt alvorliga saman.
? Í so máta hava suðuroyingar gjørt okkum eina stóra tænastu við at vísa okkum, hvussu støðan verður í øllum landinum, taka vit okkum ikki saman og fara til verka á ein heilt, heilt annan hátt enn higartil.
? Samstundis vísir støðan í Suðuroy øllum føroyingum, hvussu stórur tørvur er á, at vit taka eitt heilt annað skinn um bak.
Menningarleiðarin á Føroya Tele vísti á, at longu ídag er okkara bruttotjóðarúrtøka ikki meiri enn gott helvtin av tí sum tann norska er fyri hvørt fólki og tveir triðingar av tí hjá dønum.
? Og sum tað gongur í løtuni, verður gloppið bara størri og størri.
Hann sigur, at spurningurin er, hvar Føroyar skulu vera í alheimsgerðini.
? Skulu vit vera í reyvini á 4. deild, ella skulu vit vera í elituni.
Skuldi nakar ivast, er støðan hjá Tróndi Djurhuus tann, at í dag eru Føroyar rætt og slætt í reyvini á fjórðu deild.
Og tá hugsar hann bæði vinnuliga, menningarliga, granskingarliga og politiskt.
Ein oreingiligur veruleiki
Tróndur Djurhuus sigur, at alheimsgerðin snýr seg ikki um meiri samhandil, tí vit hava havt nógvan samhandil í øldir og hann verður neyvan nogv størri, enn hann er í dag.
? Tað, sum alheimsgerðin serliga snýr seg um, er at fleirtjóða fyritøkurnar vinna longur og longur fram heldur enn staturin.
Hann helt, at tað var burturvið at brúka orku uppá at kjakast um nakað, sum vit onki fáa gjørt við kortini.
? Tað ger akkurát tað sama, hvat vit føroyingar halda um alheimsgerðina, tí hon er ein óreingiligur veruleiki, sum vit onki fáa gjørt við og tí er tað burturspilt at kjakast um tað.
? Í framtíðini verður tað ikki nóg mikið at hava nátúruríkidømi til taks. Í framtíðini verður tað heldur ikki nóg mikið tætt við marknaðin, sum selt verður til.
? Í framtíðini verður tað so, at fleirtjóðafyritøkurnar fara at leggja tey væl løntu menningarstørvini í teimum londum, har kapitalurin kennur seg heima.
? Hinvegin fara tey at leggja tey lægstløntu størvini í londunum, har tey keypa seg til arbeiðsmegina.
Føroyar mitt ímillum
Tróndur Djurhuus sigur, at sostatt hava føroyingar bara ein einasta møguleika. Og tað er at vit gera okkum so lokkandi, eggjandi og nyttugan hjá teimum stóru fyritøkunum sum gjørligt.
? Vit hava ongan annan møguleika, staðfesti hann.
? Vit verða altíð eitt pinkalítið land, sum aldrin kemur at seta dagsskránna. Vit eru heldur ikki serliga dugnalig og tí hava vit ikki uppiborið at sita til borðs við teimum stóru og sostatt hava vit heldur ikki uppiborið at verða serliga frammaliga ímilllum heimsins lond.
Hann sigur, at tað er júst hetta, sum verður tann stóra avbjóðingin í framtíðini. Og tað er í evstu løtu at vit taka hesa avbjóðing upp, legði hann afturat.
Hann sigur, at í løtuni er tað so, at tað eru nógv onnur lond, har tað loysir seg betri hjá fleirtjóða fyritøkunum at leggja tey lægstløntu størvini.
Tað eru eisini nógv onnur lond, har tað loysir seg betri at leggja tey hægst løntu størvini.
?Føroyingar liggja mitt ímillum og tí liggja vit sum reyvin í fjórðu deild: Vit eru hvørki vælegnað sum láglønarland og ella sum hálønarland.
?Sum støðan er í dag, fær kapitalurin ikki brúkt okkum og tað er okkara trupulleiki, segði menningarleiðarin á Føroya Tele.
Hann sigur hann hevur hoyrt politikarar í útjaðara í Føroyum, siga, at bjargingin hjá hansara bygd var at flakavirkið var opið at fleiri almenn arbeiðspláss verða flutt til bygdina.
? Eg eri milt sagt ósamdur. Av marknaðarligum orsøkum er tað ógvuliga sannlíkt at nakar fer at leggja ófaklært arbeiði í hansara bygd.
? Og tað er heldur ongin gongd leið at skipa almenn størv, ið hava sum fortreyt at tey vinnilgu størvini eru har eisini.
Fiskavirking ikki frægari enn ein kiosk
Tróndur Djurhuus sigur, at hvat viðvíkur láglønarlondum, sum Kina, er okkara trupulleiki tann, at har gera tey ikki bara arbeiðið nógv bíligari enn vit klára tað.
? Tey gera tað eisini nógv betri, staðfestir hann.
Hann helt, at tað átti at fingið allar kirkjuklokkur at ringt við ófrættakendum tóna, at hoyra at fólk, sum hava skil fyri slíkum, meta, at Fiskavirking kann seljast fyri 160 milliónir.
? Er nógv størsta fyritøka í okkara høvðusvinnu ikki verd meiri enn 160 skallutar milliónir??, spurdi hann rættiliga vantrúgvin.
? Tað er ikki frægari enn ein kiosk!
? Hví er størsta fyritøka í okkara høvuðsvinnu ikki verd eina heila milliard? spurdi hann síðani.
Tá ið tað ikki fæst meiri fyri Føroya Fiskavirking enn 160 milliónir, má tað vera tí, at tað er onki álit á, at hon fer at kasta nakað serligt av sær í framtíðini.
Tað fekk hann at staðfesta, at útgangsstøðið fær ikki verið annað, enn at flakavinnan hevur onga sum helst framtíð í Føroyum,
? Saltfiskaframleiðslan hevur helst eina framtíð, men ikki flakavinnan ? uttan so, at vit fara at gera okkara heilt serligt.
Mugu tosa við hvønn annan
Spurningurin er so, hvat er til ráða at taka.
Tróndur Djurhuus segði, at einastu ráðini eru at í framtíðini mugu vit gera alt øðrvísi enn vit gera í dag.
Og hann legði dent á, at hann meinti alt, tí soleiðis sum vit arbeiða í dag, bæði vinnuliga politiskt og á annan hátt, verða vit verandi reyvin á fjórðu deild.
? Tað fyrsta, vit mugu gera, er, at øll í samfelagnum, politikarar, fólk, fyritøkur, granskingarstovnar, o.s.fr. mugu byrja at tosa við hvønn annan.
? Í dag eru vit ómetaliga røsk at tosa um hvønn annan. Vit tosa um tey alment løntu og um vinnuna, men tað er sjáldan at vit tosa við hvønn annan.
Hann vísti á, at danskir serfrøðingar meta, at tað, at danir í sjeyti- og áttatiárunum lærdu seg kynstrið at tosa við hvønn annan, eigur í dag heiðurin av minst einum fjórðingi av tí vøkstri, sum hevur verið í útflutninginum í Danmark hesa seinastu fjórðingsøldina.
? Men tað ber ikki til at menna nakað burturúr ongum. Tað ber ikki til at hyggja eftir, hvussu tey hava gjørt í Korea og so at gera tað sama í Føroyum. Tað tey gera í Korea í dag, verða tey uttan iva nóv dugnaligari til enn føroyingar í nógv ár afturat.
Menningarleiðarin á Føroya Tele heldur, at føroyingar eiga at gera sum danir gjørdu fyri árum síðani.
---? Teir settu tey allarbestu høvdini í Danmark saman í eitt nýskipanarráð. Ráðið fekk ein einasta, sera einfaldan spurning at svara. Spurningurin var: Hvad skal Danmark leve af?
? Í royndunum av svara hesum spurningi er eitt veldugt apparat farið ígongd í Danmark.
Tróndur Djurhuus sigur, at ein kjarni í øllum royndum at menna eitt land, er at eyðmerkja teir møguleikar, sum eru í einum landi.
? Hjá okkum snýr tað seg sostatt um at eyðmerkja tey sereyðkenni, vit hava í Føroyum og sum gera, at vit kunnu gera okkum galdandi í alheimsgerðini.
Hann segði, at í Danmark tóku tey fyri árum síðani upp samstarv við Silicon Valley í USA og finnlendingar.
Endamálið við tí samstarvinun var, at partarnir skuldu meta um hvønn annan og teir møguleikar, hvør annar hevði.
? Hvat Danmark viðvíkur, var niðurstøðan, at Danmark skuldi leggja stóran dent á, at menna vørur og tænastur til altjóða marknaðin.Orsøkin til ta niðurstøðina var, at danir hava altíð verið dúgiligur til at nøkta tørvin hjá hvørjum øðrum.
? Tað vóru nevniliga Grundtvig, háskúlarørslan, lutafeløgini fakfelagsrørslan, sum vóru viðurskifti sum vóru mett at vera heilt serlig fyri Danmark.
Í Finnlandi varð dentur lagdur á tøknifrøði og tað er Nokia eitt gott dømi um. Ì dag er Nokia so stórt, at fer tað á heysin, rýkur eisini botnurin undan landsbúskapinum í Finnlandi.
? Á fakmáli eitur tað, at "benchmarka" seg , tað er at vit skulu samanbera okkum við onnur. Og tað er hetta, sum eisini føroyingar eiga at gera.
Hann sigur, at hvat hansara egna arbeiðsplássi viðvíkur, verður ikki roynt at samanbera Føroya Tele við SEV ella Strandferðsluna.
? Tað, sum vit royna at sammeta okkum við, eru fyritøkur í Singapore.
Bangilsi settu okkum 50 ár aftur í tíðina
Hvørji tey serligu eyðkenni hjá føroyingum kunnu verða, hvar okkara serliga styrki liggur og hvat við sostatt skulu leggja dent á í altjóða kappingini, hevur Tróndur Djurhuus onki boð uppá.
Men hann hevði kortini nøkur fyribils boð uppá hetta:
? Tað skerst ikki burtur, at hvat sjóvinnutænastum viðvíkur, hevur tað ikki hilnast so illa hjá føroyingum.
? Tað er ikki av ongum, at so stórur eftirspurningur er eftir okkara sjómonnum.
Hann heldur eisini, at tað er neyðugt at leggja meiri vitan í fiskivinnuna, so at hon ikki bara snýr seg um at skera flak.
Hann heldur eisini, at ein stór styrki hjá føroyingum er, at vit hava lætt við at fara út í verðina at arbeiða í longri tíð.
? Hetta er eitt serføroyskt fyribrigdi. Skal ein dani heimanífrá at arbeiða í meiri enn 14 dagar, skal hann hava bæði konu og børn við sær, umframt dagpening og annað.
Hann heldur eisini at vit hava eina serliga styrki í sambandi við ílegugransking.
? Tað var einki minni enn ein gøla, so illa politikararnir hagreiddu tað málið, tá ið tað var frammi fyri nøkrum árum síðani. Ræðslan fyri ílegugransking setti føroyskan búskap eina hálva øld aftur í tíðina.
Tróndur Djurhuus frábað sær at okkara politikarar einaferð afturat vísa seg sum slíkar ræðuskítar.
? Tað førir onga leið at politikarar sita bebbaræddir fyri øllum vanlukkum, ið koma rapandi inn á okkum, ditta vit okkum at gloppa dyrnar til umheimin.
Hann helt, at tað sum umræður er at lofta øllum góðum tankum ístaðin fyri at mótarbeiða teimum - og so eiga vit eisini at bera yvir við at mistøk henda á vegnum.
Men hann helt eisini at tað kravdi sterkar fyritøkur fyri at kunnu lofta teimum góðum hugskotunum og hann helt eisini, at tað kravdi, at hesar fyritøkur samstarva.
? Lat so hesar sterku fyritøkurnar fáa góðar arbeiðsumstøður. Petta tær ikki sundur. At petta tær sundur meti hann at vera eitt so stórt mistak, at hann kallaði tað eina deyðssynd.
Tróndur Djurhuus sigur, at tað er ongin føroysk fyritøka er so stór, at hon kann metast sum annað enn ein ein lítil flugulortur í alheimshøpi.
? Tí vera vit ongantíð annað enn samstarvsfelagir hjá teimum stóru, fleirtjóðað fyritøkunum.
Kunnu útvega eina heila milliard
Spurningurin er so, hvussu øll hendan nýskapanin skal fíggjast.
Tróndur Djurhuus sigur, at tað er heilt óvanliga einfalt at útvega føroyska samfelagnum eina heila milliard til gransking og nýskapan.
? Tað einasta, sum krevst, er at Løgtingið fer til arbeiðis og selur tær almennu fyritøkurnar.
Hann segði, at hann hetta er nakað, sum vit hava bíðað eftir í nógv ár, men umberingarnar fyri at lata vera, fáa ongan enda.
? Fyrst mátti bíðast til prospekt vórðu gjørd og so bíðaðu vit eitt langt og annað breitt eftir tí. Tá ið tað ikki kundi brúkast longur, varð umberingin at tað mátti vera gjøgnumskygnið í søluni. Nú hava vit so bíðað eftir tí í eitt langt og annað breitt. Og tað er bara at bíða eitt sindur afturat, so kemur onkur umbering afturat
Tróndur Djurhuus helt, at hetta var fullkomiliga óneyðugt.
? Tað er bara at fara til verka. Er veruligur vilji til staðar, kann Løgtingið avgreiða málið upp á ein mánað, so at tær almennu fyritøkurnar kunnu seljast fyri eina hálva til eina milliard hvør.
Hann hugsaði her um Føroya Tele og Føroya Banka.
? Fer Løgtingið til verka nú, kann tann fyrsta hálva ella heila milliiardin fáast til vega fyri summarferiuna.
Tróndur Djurhuus sigur, at uppgávan hjá politikarum verður sostatt at fáa greiði á, hvussu hesin peningur verður brúktur, so at hann ger mest gagn, men her í hvussu so minst ein milliard íð kann brúkast til at menna føroyska samfelagið fyri.
Samanspæl ímillum nógvar partar
Men hann reisti eisini spurningin um, hvørjar kreftir í samfelagnum mótarbeiddu eini slíkari gongd.
Ì hesum sambandi helt hann, at vinnulívið var alt ov lítið nýskapandi.
-? Okkara vinnulív er sprottið úr eini mentan, har tað varð lofta, sama hvussu illa tað arbeiddi.
Hann helt eisini at granskingin dugdi illa at selja seg og at fjølmiðlarnir als ikki røktu sína uppgávu.
? Tað er ikki samfelagsgagnligur journalistikkur at hava kjaksendingar um vit skulu hava eitt virðligt løgmanssetur, ella um løgtingslimir skulu hava 25.000 krónur í løn, tí tað einasta ið fæst burturúr, er øsa fólk upp.
Tróndur Djurhuus heldur eisini, at fakfeløgini eru yvirhøvur burtur úr vón og viti.
Her vísir hann á, at í grannalondum okkara hava fakfeløgini langt síðani ásannað støðuna og taka virknan lut í arbeiðnum at menna samfelagið uttan at óttast útlendska luttøku í vinnulívinum, sum vit kenna tað herheima.
Í hesum sambandi legði hann afturat, at tað eru serliga fakfeløg hjá teimum ófaklærdu uttanlands, sum taka lut í hesum arbeiðnum.
Hann endurgav Lilian Knudsen, forkvinnu í Kvindelig Arbejderforbund, sum heldur, at tað er sálvsagt, at danskir arbeiðsgevarar flyta framleiðsluna í láglønarlond, tí har gera tey eitt gott arbeiði fyri ein fimting av lønini.
Tróndur Djurhuus heitti tí á fakfeløgini um at taka virknan lut í arbeiðnum at menna samfelagið ístaðin fyri at læsa seg føst í tað gamla.
Hann helt eisini, at embætisveldið mátti broyta hugburð ístaðin fyri at hvør fulltrúði neyðheldur um sítt egna kongsríki og torir at lata nakran annan sleppa framat.
? Men tað alla ringasta av øllum eru politikararnir, tí teimum stúri eg mest fyri í hesum sambandi, segði Tróndur Djurhuus.
? Fólkaræðið hevur tann stóra veikleika, at tá ið ein politikari er valdur so er endamálið at verða afturvaldur og tað er ein skrúva við ongum enda, sum hevur ta avleiðing at alt ov fáar mennandi avgerðir verða tiknar.
Andstøðan skal spæla við
Men hann helt eisini, at flokkarnir gjørdu alt ov lítið við at førleika menna sínar politikarar.
? Tað hevur onki við fólkaræðið at gera, at fólk koma á ting inn av gøtuni taka avgerðir í eyst og vest. Skulu vit hava fólkaræðið, krevst at politikarar útbúgva seg til at umboða fólkið.
Hetta skal ikki skiljast sum um at Tróndur Djurhuus heldur, at tað skulu bara akademikarar sita á tingi.
Men hann heldur at tað hevur stóran týdning, at flokkarnir skúla sínar politikarar í at føra politikk, tí hann heldur, at tað politiska arbeiðið er alt ov ovskipað.
-Tað hevði kanska eisini gjørt tað lættari at fingið samgongu og andstøðu at samst um tey stóru og yvirskipaðu málini, sum er vanligt í okkara grannalondum.
? Tað ber ikki so væl til í løtuni, tí mangan eru flokkarnir ikki samdir innanhýsis, av tí at t tað oftani er tann persónliga markeringstrongdin, sum er avgerandi.
Hann ivaðist ikki í, at sum støðan er í løtuni, hevur tað størri týdning hjá eini andstøðu at fella eina samgongu, enn tað hevur at føra politikk.
? Tað krevst ein hugburðsbroyting, tí tað er í andstøðu, at tað av álvara krevst statsmannskapur.
Tí eigur ein andstøða at spæla við, allastaðni har hon kann, fyri at menna samfelagið, segði Tróndur Djurhuus.
Bruttotjóðarúrtøkan í Norðurlondum
Hetta er bruttotjóðarúrtøkan fyri hvørt fólki í ymsum norðurlondum. Sum tað sæst, er bruttotjóðarúrtøkan fyri hvønn føroying ikki meiri enn gott helvtin av tí, hon er fyri hvønn norðmann
Noreg:37.800$
Danmark:31.100$
Ísland:30.900$
Svøríki:26.800$
Føroyar:22.000$
Grønland:20.000$
(Kelda: CIA ? The World Factbook ? Juli 2004)