Føroyar fáa ótakk úr Noreg

- Føroyingar hava bygt nógv skip í Noreg, og føroyingar hava arbeitt nógv fyri norðmenn, bæði umborð á skipum og í landi. Men kortini vísa norðmenn føroyingum onga vælvild. Tað sigur Árni Dam, russiskur konsul í Føroyum, nú norðmenn enn einaferð brúka árligu fiskiveiðiavtaluna sum jarnbrot fyri at trýsta føroyingar í býtinum av makrelkvotuni.

Føroyska samráðingarnevndin fekk einki burtur úr samráðingunum um sínámillum fiskiveiðirættindi við norðmenn á fundi í vikuni.

Sum ikki óvæntað brúktu norðmenn fiskiveiðiavtaluna fyri 2011 sum jarnbrot fyri at trýsta føroyingar í spurninginum um býtið av felagskvotuni av makreli.

Hetta hava norðmenn gjørt áður, og tí var tað heldur ikki so óvæntað, at teir eisini fóru at gera tað hesaferð.

Árni Dam er sera fegin um fiskiveiðiavtaluna, sum Føroyar og Rusland undirskrivaðu herfyri og sum gevur føroyingum eitt enn betri býti enn áður, hóast vit lítlan og ongan svartkjaft høvdu at lata.

- Eg eri sera fegin um, at viðurskiftini landanna millum eru í lagi aftur eftir tað, sum hendi, tá Skálaberg varð tikin og kom at liggja leingi í Murmansk.

Árni Dam heldur, at føroyingar hava nógv meiri at heinrta hjá russum enn hjá norðmonnum.

- Føroyingar hava bygt nógv skip í Noreg, og føroyingar hava arbeitt nógv fyri norðmenn, bæði umborð á skipum og í landi. Men kortini vísa norðmenn føroyingum onga vælvild. Hetta vístu eisini seinastu samráðingar um sínámillum fiskiveiðiavtalu, sigur Árni Dam sum heldur, at Føroyar og Rusland veruliga áttu at ment samstarvið landanna millum.