Føroyar-Finnland 19-22: Dystarendin og samrøður (FM1)

(FM1) Hoyr venjaran, Ágúst Jóhansson og Súnu K. Hansen seta orð á vónbrotið ímóti Finnlandi

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fekk eina ringa byrjan uppá undan-undankappingina til HM-endaspælið í 2019, tá tær í Sveis taptu 19-22 ímóti Finnlandi. Føroyar vóru á odda 12-10 í steðginum, og vóru eisini í álopi tá støðan var 16-14 til Føroyar, men eftir hetta gekk tað av skriðuni.

 

Tað staðfesta eisini bæði Ágúst Jóhansson, venjari og Súna Krossteig Hansen, ið gjørdist dagsins spælari hjá Føroyum í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal á FM1 aftaná dystin. Seinasta korterið koppaði dysturin til Finnland.

 

Málskjúttar:Durita C. Jojic 6, Súna K. Hansen 4, Kristianna H. Joensen 2, Turið Arge Samuelsen 2, Maria H. Weyhe 2, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1, Ninna Johansen 1, og Bjarta Johansen 1.

 

Emma Aarnio gjørdist toppskjútti hjá Finnlandi við átta málum. 

 

Í morgin klokkan 15.30 spæla Føroyar ímóti Litava. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Ágúst Jóhansson og Súnu K. Hansen. Fremst á ljóðfíluni hoyra vit dystarendan. 

 

Gongdin í dystinum:

5 min: 1–1

10 min: 3–4.

15 min: 7–6

20 min: 8–7

25 min: 10–9

30 min: 12–10

35 min: 13–13

40 min: 15–14

45 min: 16-15

50 min: 17-19

55 min: 17-21

60 min: 19–22