Føroyar-Frakland

5 min.

Fraklendingar hava lagt bragdliga fyri. Teir tykjast ætla sær beinanvegin at skjóta mál. Føroyska verjan tykist vera væl skipað.

 

10 min.

Frakland trýstir, men føroyska liðið hevur hug at bjóða av frammi á vøllinum. Christian Lamhauge Holst, sum er einsamallur á toppinum, hevur tvær ferðir verið um reppið at royna seg við skoti.

 

17 min.

0-0

Atli Gregersen hevur sæð gula kortið. Tað sá hann, tí ælbogarnir vóru ov ovarlaga, tá ið Súni Olsen hevði lagt frísparkssending í franska brotsteigin.

 

27 min.

0-0

Frakland er omaná, men førloyska liðið hevur fótað sær. Súni Olsen hevur tríggjar ferðir sent vandamikil fríspørk í brotsteigin. Ta einu ferðina var um reppið, at tað eydnaðist Egili á Bø við høvdinum at stýra bóltin ímóti málinum.

 

28 min.

0-0

Christian Lamhauge Holst er farin skaddur av vøllinum. Nýggjnur á føroyska liðnum er Jóan Símun Edmundsson, sum ongantíð áður hevur spælt fyri føroyska a- landsliðið.

 

35 min.

0-0

Fraklendingar royna at spæla breitt við longum skiftum millum síðurnar. Enn hava teir ikki havt púra upplagdan málmøguleika, men trýstið tykist økjast, og nú gongur nógv fyri seg í føroyska brotsteiginum. Serliga eru teir ágangandi í vinstra borði.

 

40 min.

0-0

Fraklendingar søkja støðugt at í vinstru síðu, har Jónas Tór Næs ofta hevur tveir spælarar at taka sær av.

 

42 min.

0-1

Eftir uppspæl í vinstru verður bólturin stungin inn í brotsteigin, har André-Pierre Gignac snarar kring seg sjálvan og flatt sendir bóltin inn við nærra stólpa.

 

Samstundis fer Atli Danielsen skaddur av vøllinum, og Jann Ingi Petersen verður settur á vøllin. Harvið hava Føroyar í 1. hálvleiki framt tvær útskiftingar.

 

45 min.

Føroyska liðið tykist eitt sindur skelkað eftir franska málið og eftir, at tað hevur verið neyðugt at gera tvær útskiftingar.

Tveir minuttir eru lagdir aftrat 1. hálvleiki.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, varð Fróði Benjaminsen sektaður við gula kortinum, tí ælbogarnir vóru ov ovarlaga í nærdysti, eftir at Jákup Mikkelsen hevði sent málspark fram á fronsku hálvuna.

 

55 min.

0-1

Gongdin hevur verið tann sama, sum hon var í 1. hálvleiki. Eftir hornaspark úr horna endar bólturin á stólpanum, áðrenn Jákup Mikkelsen fær sligið hann burtur.

Fraklendingar duga væl at hava ælbogarnar langt uppi, tá ið talan er um nærdystir eftir deyðbóltar, men dómarin hevur ikki sektað.

Í sovornari deyðbóltsstøðu støkkur Egil á Bø upp at bløða og fer av vøllinum fyri at fáa viðgerð. Fróði Benjaminsen verður settur aftur í miðverjuna, meðan Egil er uttanfyri.

 

57 min.

0-1

Egil á Bø kemur aftur á vøllin við stórari binding um høvdið.

 

60 min.

0-1

Gongdin er tann sama. Føroyingar royna at bjóða av við lutfalsliga nógvum spælarum, tá ið teir fara í álop. Súni Olsen hevur enn eina ferð sent vandamikið fríspark í brotsteigin.

Fraklendingar eru skjótir í kontraspælinum, men tað gongst illa hjá teimum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

65 min.

0-1

Besta føroyska álopið higartil. Bogi Løkin, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen, Jóan Símun Edmundsson og Símun Samuelsen eru við í álopsmyndingini, sum endar, tá ið Símun Samuelsen sendir bóltin upp um málið.

Frank Ribery er júst komin inn í vinstru síðu í franska álopinum.

 

72 min

0-1

Frank Ribery hevur bóltin næstan aðru hvørja ferð, tá ið fraklendingar royna at leypa á. Jónas Tór Næs tykist hava gott tak á tí í høgra verjuborði.

Jákup Mikkelsen stórbjargar, tá ið André-Pierre Gignac roynir seg úr stuttari fjarstøðu í vinstru.

 

78 min.

Sjálvsálitið á føroyska liðnum tykist at mennast. Í álopsspælinum tora okkara at bjóða av og nýta hugflog.

Frakland fær fríspark úr 20 metrum. Frank Ribery roynir við skoti, sum flýgur omanfyri manngerðin, men ein hálvan metur omanfyri málið.

 

81 min.

0-1

Dystargongdin er tann sama. Teir 3000 áskoðararnir stuðla sínum monnum sera væl.

 

90 min.

0-1

2 minuttir eru lagdir aftrat.

 

90+1

0-1

Føroyingar flyta nógv fólk fram í brotsteigin, tá ið langt innkast verður kastað úr vinstru. Jákup á Borg stútar dygst við síðuna av.

 

90+2

0-1

 

Liðugt!

 

Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen - 2. Jónas Þór Næs, 5. Egil á Bø, 4. Atli Gregersen, 3. Jóhan Troest Davidsen ? 11. Bogi Løkin, 6. Atli Danielsen (17. Jann Ingi Petersen, 42.), 9. Súni Olsen (14. Jákup á Borg, 85.), 7. Fróði Benjaminsen, 8. Símun Samuelsen ? 10. Christian Lamhauge Holst (18. Jóan Símun Edmundsson, 28.).

Gult kort: Atli Gregersen 18., Fróði Benjaminsen 45., Jónas T. Næs 74.

Frakland: 1. Hugo Llores - 2. Bakary Sagna, 5. William Gallas, 4. Julien Escude, 13. Patrick Evra - 6. Lassana Diarra, 14. Jéremy Toulalan, 8. Yoann Gourcuff - 11. André-Pierre Gignac, 9. Nicolas Anelka, 15. Florent Malouda (7. Frank Ribery, 65.).