Á sakligan og skilagóðan hátt varð greitt frá búskaparligum, fíggjarligum og skattligum viðurskiftum og ætlanum. Oljuvinnumøguleikarnir hava høgan prioritet, og ikki minst samráðingarnar við Bretland liggja frammalaga í ætlanunum hjá landsstýrinum.
Tað er natúrligt, at ætlanirnar hjá landsstýrinum um broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya fáa gjølliga umrøðu í løgmansrøðuni. Eisini er tað natúrligt, at hesar ætlanir fáa mestu umrøðuna í almenna orðaskiftinum helst eisini í orðaskiftinum á tingi um løgmansrøðuna.
Bæði í samgonguskjalinum og í løgmansrøðuni er greiddliga sagt frá, hvussu leikur fer í hesum máli. Fyrst gevur tingið landsstýrinum heimild til at gera sítt uppskot til grundarlag fyri samráðingum við donsku stjórnina. Síðani verður nevnd vald, sum skal gera uppskotið til føroyska grundlóg. Tá ið samráðingarloysnin við danir er endalig verður hon løgd aftur fyri Løgtingið til endaliga góðkenning og síðani til fólkaatkvøðu. Grundlógin skal sjálvandi eisini fyrst samtykkjast av tinginum og síðani góðkennast við fólkaatkvøðu.
Tað var ógvuliga greitt sagt av løgmanni, at øll viðgerðin snúi seg um: fyrireiking, kunning og demokratiska viðgerð. Tað er tí ein sjálvfylgja, at fyrsti parturin av arbeiðinum liggur hjá landsstýrinum. Síðani er tað Løgtingið, sum skal arbeiða og so aftur landsstýrið, sum skal føra samráðingarnar við donsku stjórnina.
Tann skipanin, sum landsstýrið leggur upp til, er at líkna við íslendsku skipanina frá 1918. Formliga kann hetta væl lata seg gera, og eru viðurskiftini, hvat tí viðvíkur ikki so nógv øðrvísi nú enn tá. Búskaparliga er sjálvandi stórur munur. Danska fíggjarveitingin til Íslands var ikki so stór tá eins og almenni sektorin í heila tikið var nógv minni í 1918 enn í 1998. Men í prinsippinum er støðan tann sama, og donsk-íslendska avtalan staðfesti eisini danskt búskaparligt endurgjald til Íslands. Eisini aðrar avtalur vórðu gjørdar um rættindi íslendinga í Danmark. Eg beri tí ongan ótta fyri, at danir og føroyingar ikki kunnu koma til sættis um eina góða avtalu, har eisini skiftisskipanir á øllum økjum kunnu takast við, uttan at hetta skal útleggjast sum ein eyðmýkjandi hjálp til einar sjálvstøðugar Føroyar.
Tær ætlanir, landsstýrið hevur í sambandi við ríkisrættarligu støðuna, eru í góðum samsvari við tað, sum Fólkaflokkurin hevur staðið fyri. Beinleiðis uppskot vóru um hetta beint aftaná heimsbardagan, og tað er tikið beinleiðis úr stevnuskrá floksins. Tað er tí gleðiligt, at allir tríggir landsstýrisflokkarnir nú eru samdir um hetta.
Tað var rætt at skipa landsstýrið av teim núverandi trimum landsstýrisflokkunum. Ein landsstýrissamgonga skal hava so fáar flokkar sum møguligt. Hinvegin skal landsstýrið sjálvandi samarbeiða við aðrar flokkar í Løgtinginum. Og tað er júst tað løgmaður leggur upp til í røðu síni. Møguliga er tað rætt av landsstýrinum at samráðast við andstøðuflokkarnar, áðrenn málið verður lagt fyri tingið. Men tað er ikki vist, at so er. Uppgávan hjá tingflokkunum er fyrst og fremst at arbeiða í tinginum. Tí hava andstøðuflokkarnir allir møguleikar fyri at gera sína ávirkan galdandi har. Fortreytin er sjálvandi, at andstøðuflokkarnir eru eins sakligir og landsstýrisflokkarnir hava verið higartil í síni kunning um ríkisrættarliga málið.
Um Javnaðarflokkurin meinar nakað sum helst við sínum tosi um broytingar í ríkisrættarligu støðuni, fer hann uppí arbeiðið í tinginum við tí í hyggju at vera við til eina loysn, og ikki við teirri ætlan at skapa rumbul um málið fyri at oyðileggja tað, tá fólkaatkvøðan verður. Fólkaatkvøða er eitt vandamikið amboð. Tað verður hidið, at ein slík er best trygdin fyri demokrati. Men so er ikki. Mong dømi eru um, at mál, sum eru til fólkaatkvøðu, verða gjørd til antin svørt ella hvít, hóast tey natúrliga ikki eru tað. Ongantíð er slíkur gróðrarbotnur fyri demagogiskum virksemi, bæði hjá persónum og fjølmiðlum, sum í sambandi við fólkaatkvøðu.
Tað er tí ov vánaligt um politisku flokkarnir fara at vaska sínar hendur undir viðgerðini av hesum týdningarmikla máli og skjóta seg undir, at fólkið skal taka endaliga avgerð.
Fyri Javnaðarflokkin og fyri Miðflokkin skuldi ikki nakað verið til hindurs fyri at tikið undir við ætlanunum hjá landsstýrinum. Hinvegin kann neyvan roknast við, at Sambandsflokkurin tekur undir við málinum. Men hesin flokkur hevur heldur ongatíð verið við til nakrar nýskapanir fyrrenn aðrir fyrst hava tikið tey tungu tøkini.
Vónandi verður tað, tá samanum kemur meiriluti á Føroya Løgtingi, tað vil siga Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin, sum fara at taka undir við einum endaligum uppskoti til sína tíð.
Og tann tíðin verður vónandi um eitt ár. Latið nú ikki alt ov mikið bureukrati og ov nógvar sniðfundigar kanningar seinka málinum.
Jógvan Sundstein