Føroyar hava somu kós

Á FIFA styrkislistanum, sum varð kunngjørdur í dag, eru Føroyar niðari á listanum enn nakrantíð áður

FIFA LISTIN

Sunnudagin taptu Føroyar 4-0 í Póllandi. Um talan var um nýtt útgangsstøði, sum fer at bera betri spæl og fleiri stig og sigrar við sær, fer framtíðin at vísa.
Seinastu tíðina hevur verið langt millum sigrarnar og stigini. Tað hevur sæst aftur á FIFA styrkislistanum.
Í dag varð styrkislistin fyri mai mánað almennur. Nú eru Føroyar á 139. plássinum. Hetta er tvey pláss niðari enn fyri einum mánað síðani, og hetta er niðasta plássið, sum Føroyar nakrantíð hava verið á. Hægsta plássið fyri nøkrum árum síðani var nummar 112.
Sambært FIFA eru Maldivurnar og Swaziland nú stinnari fótbóltstjóðir enn Føroyar. Tað hava hesi londini sambært styrkislistanum ikki áður verið.
Brasil, Kekkia og Holland eru sambært síðsta listanum undan HM endaspælinum størstu favorittarnir at vinna HM. Meksiko er lopið frá 6. og til 4. plássið, og síðani er røðin USA, Spania, Portugal, Frakland, Argentina, England, Nigeria, Danmark, Italia, Turkaland, Kameroun og Svøríki. Egyptaland og Japan eru eisini frammanfyri Týskland, sum á 19. plássinum ikki kann roknast millum favorittarnar at vinna HM. Uggin hjá týskarunum er, at tað ikki er á styrkislistanum, men á vøllunum at HM verður avgjørt.
Danmark er á 11. plássinum, og danir eru harvið framvegis hægst styrkismetta fótbóltstjóðin av teimum, sum ikki eiga rætt at luttaka í HM endaspælinum. Noreg og Finland varðveita plássini sum nummar ávikavíst 40 og 49, og Ísland er farið tvey pláss eftir hæli og er nú nummar 99.
Í EM undankappingini, sum tað verður farið undir seinni í summar, eru Føroyar umframt Fraklandi og Italia í bólki við Ukreina (45), Skotlandi (59), Litava (93) og Georgia (101).