Síðani fyrstu oyggjaleikirnar á Oynni Man í 1985 hava Føroyar vunnið 647 oyggjaleikaheiðursmerki.
Á teimum 17 oyggjaleikunum, ið hava verið higartil hava Føroyar vunnið 210 gullheiðursmerki, 200 silvurheiðursmerki og 237 bronsuheiðursmerki.
Besta føroyska úrslitið nakrantíð vóru oyggjaleikirnir á Álandi í 2009. Tá vunnu Føroyar 34 gullheiðursmerki, 23 silvurheiðursmerki og 24 bronsuheiðursmerki.
Farnu oyggjaleikirnar í Gotlandi gjørdust Føroyar nummar tvey á samlaða heiðursmerkjayvirlitinum. Tá vunnu Føroyar 30 gullheiðursmerki, 27 silvurheiðursmerki og 30 bronsuheiðursmerki.
Vánaligasta úrslitið í søguni vóru á fyrstu oyggjaleikunum á Oynni Man í 1985. Tá vunnu Føroyar bert tvey silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki.
Pál Joensen vann millum 2007 og 2015 ikki færri enn 27 oyggjaleikagullheiðursmerki í svimjing.